Grikkaland
| |||
Tjóðarslagorð: Ελευθερία ή Θάνατος (Elevtheria i Thanatos / Frælsi ella Deyði) | |||
Tjóðsangur: Imnos pros tin Eleftherian | |||
Alment mál | Grikskt | ||
Høvuðsstaður | Athen | ||
Forseti | Katerina Sakellaropoulou (Κατερίνα Σακελλαροπούλου) | ||
Forsætisráðharri | Kyriakos Mitsotakis (Κυριάκος Μητσοτάκης) | ||
Fullveldi | 1830 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
131 940 km² 0,86% | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
10 772 967 81,7/km² | ||
Gjaldoyra | Evro (EUR) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gr | ||
Telefonkota | +30
| ||
Grikkaland (grikskt: Ελλάδα ella Ελλάς) er lýðveldi í landsynningshorninum av Evropa. Høvuðsstaðurin er Athen, sum eisini er størsti býur. Í ein útnyrðing hevur Grikkaland mark við Albania, í norðri við Bulgaria, í landnyrðing við Lýðveldið Norðurmakedónia og í eystri við Turkaland. Landið hevur umleið 10 mió. íbúgvar og høvuðsmálið er grikskt (nýgrikskt). Grikkaland er limur í ES. Í nýggjari tíð stóðu grikkar undir turkum í 400 ár, til landið, við hjálp uttaneftir, vann sær frælsi í 1832. Frælsiskríggið byrjaði í 1821, landið skuldi viðurkennast í 1830 við London-avtaluni, men orsakað av juli-kollveltingini í Fraklandi, varð skjalið frá 1830 ikki fullført. Altjóða viðurkenningin av Grikkalandi sum fræls tjóð kom í 1832. Ikki fyrr enn í 1947 fingu grikkar syðru Sporaduoyggjar (Dodekanes) aftur frá Italia.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Eftir at Mykene-mentanin fór til grundar um 1100 f.Kr., gekk aftur á í Grikkalandi, og landið syndraðist í fleiri býarríki, sum mangan lógu í kríggi. Størst og sterkast var hernaðarveldið Sparta, men Athen gjørdist handils- og mentanarmiðdepil. Fólkatalið vaks, og um 700 f.Kr. vóru býarríkini so fjølbygd, at fólk fluttu og búsettu seg fram við Miðjarðarhavið og Svartahavið. Í seinnu helvt av 500- árunum f.Kr. hótti nýggja persiska stórveldið grikkar, og tað hevði við sær, at griksku býarríkini eitt skifti stúta saman ímóti stóra fíggjindanum fyri eystan. Hóast hesar trupulleikar skapaðu grikkar eina blómandi mentan og høvdu eitt stýrislag, sum hevur verið hámett og havt ávrikan á allan heimin alt at okkara døgum.
Um 600 f.Kr. stýrdi stórmannastætt, nevnd aristokratar, Athen. Summir valdsharrar vóru harðrendir, nevndir tyrannar. Um 590 f.Kr. setti valdsharrin Solon lóg í gildi; hon hav smámanninum rætt til at eiga jørð og hava fullan ríkisborgararætt. Men fólkið kravdi meiri frælsi og at fáa ávirkan á landsins stýri, og í 508 f.Kr. varð fólkaræði sett í gildi. Nú kundi fólkið í Athen sjálvt velga sínar tingmenn. Konufólk, trælir og frælsir menn, sum ikki høvdu ríkisborgararætt, høvdu ikki valrætt.
Ár 447 f.Kr. tók hægsti athenski tingmaðurin Perikles stig til at byggja templið Parthenon á einum heyggi, sum æt Akropolis. Templið varð vígt vísdómsgudinnuni Athenu og skuldi eisini fagna Athen, sum stóð á odda fyri grikkum í stríðum við persar.
Frælsa grikska býarlívið varð góður gróðrarbotnur fyri list, bókmentum og vísindaligari hugsan, og Grikkaland fostraði mangar mætar heimspekingar. Demokrit úr Abderra (um 460-370 f.Kr.) var helst fyrsti maður, sum segði, at øll evni eru úr ersmáum óbýtiligum bitlum, sum hann kallaði atom. Sokrates úr Athen (470-399 f.Kr.) bygdi sína hugsan á, at tú skuldi kenna teg sjálvan, og dugdi frágera væl at seta spurningar um ætlanina við tilveruni. Næmingur hansara Platon (427-347 f.Kr.) og aftur næmingur Platons Aristoteles (384-322 f.Kr.) hava havt stóran týdning fyri alla evropeiska heimspeki.
Í 8. øld tóku grikkar land helst fram við Miðjarhavinum og Svartahavinum. Niðursetumenninir bóru griksku heimamentanina við sær og stýrdu sínum býarríkjum eftir somu lógum sum í Grikkalandi. Niðursetulondini fingu í fyrstuni hjálp heimanífrá, men sum frá leið funnu tey sær egnar marknaðir og bygdu upp á Sicilia, gjørdust mætir handilsbýir. Summir býir vóru ovurríkir. Sagt var, at fólkið í Sýbris í Suðuritalia svav í song úr rósubløðum.
Grikkaland var ikki stórt land, so hjálondini (t.d. partur av Frakland, Spania, Italia, Egyptaland og Kýpros) vóru bygd, har jørðin var fruktagóð, og havnaviðurskiftini vóru góð. Sýrakus á Sicilia var bygdur um 730 f.Kr. og Býsans við Bosporus um 650 f.Kr.
Grikkar vóru ógvuliga áhugaðir í ítrótti og fimleiki. Best umtóktir vóru olympisku leikirnir, sum fjórða hvørt ár vóru í Olympia, høvuðsgudinum Zeusi til heiðurs. Kappast var í diskoskasti og spjótkasti, lopi, glíming og kapprenning. Ítróttareglurnar vóru strangar, og tann, ið ikki helt tær, var revsaður harðliga.
Grikkar vóru gudrøknir, og templini í gamla Grikkalandi vóru stórbær og vøkur. Undurfagrar høggmyndir og standmyndir prýddu templini, og mong teirra eru til enn. Grikskir myndhøggarar vóru sannir meistarar at høgga út mannakroppin, og teir hava havt stóran ávirkan á høggmyndalistina. Kappkoyring í stríðsvogni, gudunum til heiðurs, var mangan á einum leikvølli tætt við Delfi. Vognstýrarin stendur enn og heldur í teymarnar, hóast hestarnir langt síðan eru burtur.
Um 1800 høvdu grikkar verið undir osmanniskum yvirvaldi í næstan 400 ár. Seinna helming í 18. øld høvdu teir havt stóra inntøku av handli, helst við Russland, og nú vildu teir hava sjálvræði. Við frælsishugsanini úr fronsku kollveltingini sum fyridømi stovnaðu grikkar loyniligan felgasskap, sum skuldi arbeiða fyri frælsi. Í 1821 var tvær reisur uppreistur. Fyrri miseydnaðist, men annar eydnaðist betur, og í 1824 megnaði sultánurin í Istanbul ikki at berja uppreisturin niður. Hann bað Muhammed Ali, varakong í Egyptalandi, hjálpa sær. Ali sendi ein her til Grikkalands og vann nakrar sigrar. Tað loypti hvøkk á londini í Evropa. Í 1826 samdust Bretland og Russland um at bjóða turkum av í kríggj, Frakland fór upp í hesa samgongu árið eftir. Í felagi beindu tey fyri turkiska og egyptiska flotanum í Navarinovíkini í 1827. Árið eftir lupu russar á turkar og vunnu fleiri sigrar. Friðurin í Adrianopel í 1829 fekk enda á krígnum. Londini, sum vunnu, gjørdu av at geva Grikkalandi frælsi, Otto av Bayern gjørdist kongur.
Fíggjarkreppan 2010-15
[rætta | rætta wikitekst]Síðan 2010 hevur ein sera álvarsom fíggjarkreppa herjað í Grikkalandi, og tað hevur ført til stórt arbeiðsloysi, fólkafráflyting og fátækradømi. Í februar 2014 sást tó ein glotti fyri framman, tí tá tølini fyri 2013 vóru gjørd upp, vísti tað seg, at yvirskotið hjá Grikkalandi fyri 2013 bleiv góðar 11 milliardir krónur, sum er tríggjar ferðir tað, sum upprunaliga varð ætlað. Sparitiltøkini sóu út til at hava givið úrslit.[1]
Í 2015 var støðan aftur hættislig viðvíkjandi fíggjarstøðu Grikkalands. Eitt stórt lán skuldi rindast aftur í juli 2015, men tað megnaði landið ikki. Samráðingar vóru millum umboð fyri griksku stjórnina og Evorsonulondini. Fólk í Grikkalandi kendu seg ótrygg og fóru at taka allar pengar sínar úr bankunum. Tað førdi til at bankarnir vóru stongdir frá mánadegnum 29. juni 2015.[2] Fólk fingu bert loyvi til at heva við korti úr sjálvtøkum og eitt loft var sett á, soleiðis at grikkar bert kundu heva nakrar fáar hundrað krónur um dagin. Orsøkin til at bankarnir vóru stongdir var fyri at fyribyrgja at bankarnir tømdist og at landið harvið fór á húsagang. Útlendsk ferðafólk, ið ferðast til Grikkalands, sluppu tó at heva sum vanligt, meðan tey vóru í landinum.
Vandið er fyri, at landið fer á húsagang, um ikki EU lænir landinum meira pening ella gevur lutvísa skuldarsanering. EU og grikski forsætismálaráðharrin Alexis Tsipras og fíggjarmálaráðharrin samráddust við leiðararnar av Evrolondunum um mánaðarskiftið juni-juli 2015. Evrolondini settu fram uppskot um strong sparitiltøk afturfyri at hjálpa Grikkalandi. Mitt í samráðingunum fór Tsipras aftur til Grikkalands, har hann útskrivaði fólkaatkvøðu um uppskotið frá Evrolondunum. Sjálvur mælti hann sínum landsmonnum til at siga oxi (úttalast ohsji og merkir "nei" á grikskum). Nógv fólk var í gøtunum í Athen og øðrum býum upp til valið og eftir valið. Fólkaatkvøðan varð hildin hin 5. juli 2015, og úrslitið gjørdist at 61,31% av teimum ið atkvøddu søgdu nei. Nógvir grikkar fegnaðust saman við Tsipras um úrslitið. Fleiri leiðarar úr Evrolondunum vóru illir um framferðarháttinum hjá grikkum. Samráðingarnar hildu fram og bankarnir vóru framvegis stongdir, tá ið komið var til mánadagin 13. juli, men tó vóru glottar at hóma. Forsetin í EU, Donald Tusk, boðaði frá á Twitter, at ein avtala við Grikkaland nú varð fingin uppá pláss eftir 17 tíma langar samráðingar.[3][4] Eftir øllum at døma verða grikkar noyddir at góðtaka strong krøv afturfyri at fáa fíggjarliga hjálp frá EU.[5]
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Syðst á Balkan er Grikkaland, eitt av elstu og søguríkastu londunum í Evropa. Grikkaland er fjallaland og oyggjaland, har eru fleiri enn 2000 spjaddar oyggjar, og lítið er til av ráðevnum; helst nakrar av atvoldunum til, at Grikkaland er eitt tað fátakasta landið í ES.
Grikkaland er allur suðurparturin av Balkanhálvoynni og eitt ótal av oyggjum í Jonarhavinum og Egearhavinum. Grikkaland er fjallaland við einstøkum breiðum dølum upp ímillum og onkrum stórum slættlendi. Av tí at landið er so bratt, er bert lítil partur av tí veltur. Meginparturin liggur sum beiti hjá seyði og geitum.
Sunnan fyri fjallið Olympos, har teir gomlu griksku "gudarnir" búðu, er slættlendi, sum eitur Thessalia; har eru stórir bókaskógir, og har velta tey nógv korn. Men annars er tað mest frukt, grønmeti, vín og tubbak, sum tey dyrka. Á oyggjunum dyrka tey bæði olivintrø og víntrø, og tað er haðani vit fáa tær søtu korennurnar. Tey mongu og høgu fjøllini gera tað strævið at ferðast yvir land. Tí hava grikkar ferðast meira eftir sjónum enn yvir land. Fram við teirri griksku strondini eru nógvar góðar havnir inni á djúpum firðum.
Í Grikkalandi, og serliga á oyggjunum, kann jørðin knappliga fara at skelva, so at fjøllini brotna og oyggjarnar klovna, og stórir býir javnast við jørðina. Í 1953 hendi ein sovorðin vanlukka á eini av oyggjunum, Kefalonia, í Jonarhavinum. Tá fóru eini 25 000 hús, og um 500 fólk doyðu. Tað vóru fýra jarðskjálvtar í august 1953 á Kefalonia og oyggunum har umleiðir, t.d. Zakynthos, Ithaka og Lefkada. Umleið 100 000 fólk fluttu burtur av oynni eftir hørðu jarðskjálvtarnar og bert 25.000 fólk búðu eftir á oynni og stríddust við at endurbyggja oynna. Tað var serliga suðursíðan á Kefalonia sum var hart rakt av jarðskjálvtanum, oyggin reisti seg umleið 60 metrar úr havinum.[6] Árið eftir mistu 20 000 fólk hús og heim.
Oyggin Santorini, sum eisini verður nevnd Thyra, er av vulkanskum uppruna. Har er svartur sandur og sera brøtt berg.
Landslutir
[rætta | rætta wikitekst]
|
Oyggjar
[rætta | rætta wikitekst]- Kykladurnar eru: Mykonos, Delos, Andros, Syros, Tinos, Paros, Antiparos, Naxos, Koufonisia, Keros, Skinoussas, Irakila, Donoussa, Amorgos, Ios, Folegandros, Santorini, Thirasia, Anafi, Milos, Sifnos, Serifos, Kytnos og Kea.
- Dodekanes Oyggjarnar eru: Rhodos, Astypalea, Kalki, Kastelorizo, Kos, Pserimos, Kalimnos, Tilos, Telendos, Nissiros, Leros, Patmos, Lipsi, Symi, Karpathos og Kassos.
- Sporadurnar eru: Skiathos, Skopelos, Alonisos og Skiros.
- Jónaoyggjarnar eru: Korfu, Paxos, Antipaxos, Lefkas, Ithaka, Kefallonia, Zakynthos og Kythira.
- Oyggjarnar í eystur, landnyrðings og norður Egearahavinum eru: Samos, Ikaria, Khios, Psara, Inousses, Lesbos (verður á grikskum nevnd Mytilini ella Lesvos), Limnos, Agios Efstratios, Thasos og Samothraki.
- Saronisku Oyggjarnar eru: Egina, Poros, Hydra og Spetses.
- Kreta er størsta og fólkaríkasta oyggin í Grikkalandi.
- Evvia er næststørsta oyggin, hon liggur tætt við meginlandið, eystanfyri Thessalia, í ein landnyrðing av Athen.
Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Ólógligi fólkastreymurin inn í ES gjøgnum Grikkaland er vaksin nógv í 2012. Grikkaland er vorðið bakdyrnar inn í Evropa hjá ólógligum innflytarum. Í hópatali koma fólk úr Miðeystri og heilt úr Pakistan til Turkalands, haðani tey koma víðari inn í Grikkaland og harvið ES [9].
Politiskir flokkar
[rætta | rætta wikitekst]Síðan fólkaræði var endurstovnað í Grikkalandi, hevur tvey-flokkað skipanin verið dominerað av tí liberala-konservativa Nýtt demokrati (ND) og tí sosialdemokratiska Panhellenistisku rørsluni (PASOK). Aðrir týðandi flokkar eru eitt nú Kommunistiski flokkur Grikkalands (KKE), Radikala vinstra samgongan (SYRIZA), Fólksliga ortodoksa samlingin (LAOS, stytting fyri Laikós Orthódoxos Synagermós) og Gyltur Morgun.
Í 2010 vórðu tveir nýggir politiskir flokkar settir á stovn av fólki sum fyrr høvdu hoyrt til ND og SYRIZA, tann mið-liberali flokkurin Demokratiskt samstarv (DS) og tann moderati vinstrasinnaði Demokratiski Vinstriflokkurin (DA). George Papandreou, formaður í PASOK, vann grikska valið í oktober 2009 við einum meiriluta á 160 limir av 300. Ein nýggj stjórn varð svorin í eið hin 20. juni 2011. Síðani búskaparkreppan kom í 2009, er undirtøkan hjá teimum báðum stóru flokkunum ND og PASOK fallin munandi. Á grikska tjóðartingsvalinum 25. januar 2015 fekk ND 76 tinglimir valdar, tað var ein afturgongd á 53 tinglimir, PASOK fekk bert 13 tinglimir valdar, tað var 20 færri enn valið í 2014. Ein nýggjur flokkur, ið nevnist To Potami (Áin), stillaði upp til tjóðartingsval í Grikkalandi fyri fyrstu ferð hin 25. januar 2015, flokkurin fekk 17 tinglimir.
Deyðarevsing
[rætta | rætta wikitekst]Deyðarevsingin bleiv tikin úr griksku lóggávuni í 1993, og hon bleiv seinast brúkt undir hernaðarstýrinum fyrst í sjeytiárunum. Í Grikkalandi vil tann sera høgrasinnaði flokkurin Gyltur Morgun hava deyðarevsing aftur í gildi [10].
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Átrúnaður
[rætta | rætta wikitekst]Ríkisátrúnaðurin í Grikkalandi er griksk-ortodoksur, og Grikkaland er einasta land, ið hevur eina almenna kristna ortodoksa kirkju. Næstan allir grikkar eru limir í ríkiskirkjuni. Prestarnir hava týðandi leiklut í samfelagslívinum og eru viðurkendir sum oddamenn í heimbygdum sínum. Ikki er loyvt at hava standmyndir í kirkjunum, men halgimyndir - nevndar ikonur - eru vanligar.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Bara triðingurin av Grikkalandi er nýtiligur sum landbúnaðarlendi, og yvirhøvur er jørðin kørg og grýtut. Tí er nógv arbeiði av at velta jørðina. Triðingurin av fólkinum arbeiðir í landbúnaðinum, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í Evropa. Høvuðsgrøði er oljuber. Oljutræið verður dyrkað í líðunum í hálendinum um alt landið. Grikkaland er triðstørsta oljuberjaland í heiminum, næst eftir Spania og Italia. Grikkar dyrka eisini aðra grøði, til dømis vínber, fikur, bummull, tomatir, tubbak, aldinfrukt og aðra frukt.
Grikkaland hevur verið plága av kríggi við grannalond og eftir Seinna Heimsbardaga herjaði borgarkríggj í nøkur ár. Tað hevur verði ringt fyri búskapin. Í 1967 var kongurin Konstantin II koyrdur frá eitt hernaðar kvett fór fram. Árini fram til 1974 var landið stýrt av hernaðar junta.[11] Eftir at demokrati aftur valdaði gekk framá búskaparliga í nøkur ár, serliga tí at stóri handilsflotin og nógva ferðamannavinnan veittu landinum stóra inntøku. Í 2010-11 var landið í álvarsamari fíggjarligari kreppu og noyddist at fáa hjálp frá hinum londunum í ES. Grikkaland fekk ein hjálparpakka frá ES á 109 milliardir rvro, tað svarar til 812 milliardir krónur. Serfrøðingar mettu eftir at hjálparpakkin var latin, at nú fór at ganga framá aftur í Grikkalandi við búskapinum.[12] ES setti tó strong krøv til griksku stjórnina áðrenn hesin hjálparpakkin var latin. Stór ónøgd var millum grikkar og mótmælisgongur vóru ofta í Athen og øðrum stórum býum.
Ferðavinna
[rætta | rætta wikitekst]Fleiri enn 8 mió. ferðafólk fara til Grikkalands á hvørjum ári at njóta lívið á vøkru, veðurgóðu oyggjunum í Egearahavinum ella tí Jóniska Havninum og at síggja mongu fornminnini. Grikkar sjálvir ferðast eisini nógv í egnum landið, serliga frá meginlandinum til oyggjarnar. Túsundtals grikkar starvast í ferðavinnuni, til dømis í gistingarhúsum, í handlum, á matstovum og sum bilførarar, ferðaleiðarar og annað. Ferðavinnan hevur ovurstóran týdning fyri grikska búskapin. Griksku myndugleikarnir lata ferðavinnuni stuðul til útbyggingar. Í summum oyggjum hevur vinnan ment seg so skjótt, at trupulleikar hava staðist av tí, til dømis vatnrot. Seinastu árini hevur afturgongd verið í griksku ferðavinnuni, tí at fólk fara hagar, bíligari er at ferðast. Undir fíggjarkreppuni í 2011-12 har grikska stjórnin varð noydd til at seta stórar sparingar í verk, gekk tað nógv út yvir ferðavinnuna, fleiri gistingarhús standa tóm á hásumri, sum plagdu hava úr at gera.[13] Serfrøðingar meta tó, at ferðavinnan fer at vaksa aftur einaferð seinni.
Útlendsk ferðafólk
[rætta | rætta wikitekst]Flestu ferðafólk, ið koma til Grikkalands eru evropearar, men hagar koma eisini mangir amerikanar og avstraliar.
Statsborgararættur | Brotpartur |
---|---|
Týskland | 22 % |
Bretland | 19 % |
Italia | 7 % |
Frakland | 6 % |
Onnur | 46 % |
Handil
[rætta | rætta wikitekst]Mesti flutningur í Grikkalandi er enn sjóvegis. Stórur farmaflutningsfloti flytur neyðsynjarvørur og lidnar ídnaðarvørur ímillum oyggjarnar og meginlandið, og tíðliga og seint sigla ferjur við akførum, grikkum og ferðafólki. Grikkar hava leingi havt mong skip í altjóða farmasigling, og grikski handilsflotin er nú tann størsti í heiminum. Inn- og útflutningurin av vørum skift á ávikavist upprunaland og nýtsluland fyri 2008, sær soleiðis út sambært CIA Factbook Archived 2017-11-07 at the Wayback Machine:
Útflutningur | Innflutningur | |
---|---|---|
1. | Týskland 11,5 % | Týskland 12,6 % |
2. | Italia 11,5 % | Italia 11,5 % |
3. | Bulgaria 6,5 % | Russland 7,1 % |
4. | Stóra Bretland 6,1 % | Frakland 6,0 % |
5. | Kýpros 5,5 % | Niðurlond 5,2 % |
6. | Turkaland 5,2 % | Suðurkorea 4,2 % |
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Vp.fo, Yvirskotið í Grikkalandi tríggjar ferðir størri enn væntað
- ↑ "- borsen.dk - Græske banker holder lukket til på mandag. Skrivað hevur Ritzau hin 9. jul. 2015 Kl. 6:40". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-07-11. https://web.archive.org/web/20150711073412/http://borsen.dk/nyheder/politik/artikel/1/307163/graeske_banker_holder_lukket_til_paa_mandag.html. Heintað 2015-07-13.
- ↑ dr.dk - EU-præsident: Aftale på plads med Grækenland
- ↑ bbc.com - Greece debt crisis: Eurozone summit 'reaches agreement'
- ↑ dr.dk - SE REFORMKRAV: Dette skal Grækenland gennemføre inden onsdag
- ↑ Greeka.com, Kefalonia: The catastrophic earthquake of 1953 on Kefalonia Greece, Ionian
- ↑ 7.0 7.1 "'Πίνακας 1: Προσωρινά αποτελέσματα του Μόνιμου Πληθυσμού της Ελλάδος'". National Statistical Service of Greece: Ανακοίνωση προσωρινών αποτελεσμάτων Απογραφής Πληθυσμού 2011, 22 Ιουλίου 2011. http://www.tovima.gr/files/1/2011/07/22/apografh22.pdf.
- ↑ 8.0 8.1 "Regional gross domestic product (million EUR), by NUTS 2 regions". Eurostat. 2008. http://epp.eurostat.ec.europa.eu/tgm/graph.do?tab=graph&plugin=1&pcode=tgs00003&language=en&toolbox=sort. Heintað 25 October 2011.
- ↑ http://www.bbc.co.uk/news/world-europe-18371800
- ↑ http://www.ekathimerini.com/4dcgi/_w_articles_wsite1_1_30/03/2013_490941
- ↑ DenStoreDanske.dk, Grækenland - historie (Juntatiden, 1967-74)
- ↑ Politiken.dk, Ekspert: Grækenland på vej ud af krisen
- ↑ BBC.co.uk, Greek tourism hit by crisis fear