[go: up one dir, main page]

Jump to content

Mann

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Man)
Ellan Vannin
Isle of Man
Flagg Mann
(Flagg Mann)
Skjaldarmerki Mann
(Skjaldarmerki Mann)
Tjóðarslagorð: Quocunque Jeceris Stabit
Tjóðsangur: Arrane Ashoonagh dy Vannin
Alment mál Enskt, Manskt
Høvuðsstaður Douglas
Drotning Elisabeth II
Forsætisráðharri Donald Gelling
Fullveldi Onki
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
572 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
84 497
148/km²
Gjaldoyra Isle of Man pound (GBP)
Tíðarøki UTC +0
Økisnavn á alnetinum .im
Telefonkota +44-1624

Isle of Man, Mann ella Mon sum hon eisini verður nevnd (Ellan Vannin á manskum), er sjálvstýrandi oyggj í Írska sjónum, men undir enskum kongadømi. Stjórnin á oynni eitur Tynwals, og her verða summar týðandi avgerðir tiknar. Upprunamálið er manskt - keltisk mál, sum næstan er útdeytt og bara verður talað við hátíðarligt høvi. Oyggin hevur áður havt sjálvræði. Árini 1405 til 1765 var oyggin Man sjálvstøðugt kongsríki.

Í miðøld var oyggin undir norskum valdi. Enn eru staðanøvnini mest øll norrøn.

Høvuðsgrein: Manns søga

Søgan hjá Mann er elligomul. Viðurskiftini millum tað keltiska fólkið á Mann og norrøna niðursetufólkið tykjast at hava verið nógv friðarligari enn í Írlandi. Staðanøvnini siga, at har hevur verið nógv norrøn búseting. Tann fyrsti kendi norski kongurin á Mann doyði í 976. Mannríkið tykist við hvørt at hava verið í samgongu við Dublin-ríkið, men ofta í kríggi við Ornoya-ríkið, serliga um valdið yvir oyggjunum vestanfyri Skotland. Stjórnar-, rættar- og verjuskipanin hevði uttan iva norska fyrimynd og er varðveitt til dagin í dag, hóast oyggin í 1405 sjálvboðin gav seg undir Heindrik IV bretakong. Tingið við 24 limum kom saman á Tingvallaheygnum. Tá ið norðmenninir á Mann høvdu tikið við kristindóminum onkuntíð um ár 900, fóru teir at nýta gravkrossar, við rúnainnskriftum á norskum.

Oyggin var longu bygd, áðrenn keltar komu til bretsku oyggjarnar, og hon hevði sína frælsu og óheftu skipan fram til 1765, tá Duke John av Atholl varð kroystur at selja ensku krúnuni síni rættindi fyri 70.000 sterlingpund. Við hesi sølu fekk Stóra Bretland fult vald at krevja inn allan toll á oynni og tryggja, at Navigation Act varð upphildin eisini á Mann. Manbúgvar noyddust eftir hetta at venda aftur til gomlu vinnuvegirnar, landbúnað, fiskivinnu og námsvinnu, blýggj og kol. Frammanundan hesi sølu varð mett, at Manbúgvar árliga stóðu fyri eini smugling, ið snýtti bretsku krúnuna fyri virðir, sum svara til góð 300.000 pund. Ryberg royndi at flyta henda handil til Føroya.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Manskur politikkur

Mann er ikki eitt heimastýri. Mann er eitt sjálvstøðugt ríki í kongsfelagsskapi við Ongland. Gordon Brown hevur einki at siga í Mann. Men tað hevur enska drotningin harafturímóti. Mann er fullkomiliga sjálvstøðugt, men er tó ikki viðurkent av altjóða samfelagnum sum fullveldisríki.

Høvuðsgrein: Mansk mentan

Gamla gæliska talumálið, manskt bleivð avloyst av enskum í 19-du øld.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Mansk landafrøði

Mann liggur í Írlandshavinum, einar 50 km suður úr Skotlandi og einar 75 km eystur úr Norðurírlandi. Oyggin er 572 ferkilometrar til støddar, t.e. nakað sum Streymoy, Vágoy og Kalsoy til samans. Høvuðsstaðurin, Douglas, liggur miðskeiðis á eystursíðuni á oynni.

Høvuðsgrein: Manskur búskapur

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
  • G. V. C. Young: The Isle of Man and the Faroe Islands - two similar countries. Peel, Isle of Man: The Mansk-Svenska Publishing Co., 1980. - 11 s., 4 tlv. (kort)
  • Peter Wade-Martins: The Manx Loghtan story : the decline and revival of a primitive breed. Ashford: Geerings of Ashford, 1990. - 110 s. : myndir (summar í litum)
  • Godfrey Baldacchino and David Milne: Lessons from the political economy of small islands. the resourcefulness of jurisdiction. - Basingstoke: Macmillan, 2000. - xxiii, 267 s. (Áland, Føroyar, Ísland, Mann, Nýfundland, Prince Edwardsoy)

Ávisingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið