[go: up one dir, main page]

Jump to content

Gamla Testamenti

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gamla Testamenti.

Gamla Testamenti er tann parturin av Bíbliuni, sum snýr seg um tíðina áðrenn Jesu føðing. Tekstirnir í Gamla Testamenti vórðu til í tíðini 1300-150 f.Kr. Teir fyrstu vórðu skrivaðir, meðan jødar vóru í útlegd í Bábylon.

Tær heilagu bøkurnar í Gamla Testamenti

[rætta | rætta wikitekst]

Bíblian byrjar við Mósebókunum, sum eru fimm í tali. Tann fyrsta bókin sigur okkum um skapanina, og hon endar við deyða Jósefs. Í hinum fýra bókunum stendur søga ísraelsmanna, frá tí at Móses var føddur, og til hann doyði. Jósvabókin sigur okkum um Jósva, hvussu ísraelsmenn komu inn í Kánáanland. Dómarabókin sigur frá dómarunum inntil Eli. Rutarbók sigur søguna um Rut, ættarmóður Dávids. Báðar Sámuelsbøkurnar siga frá Eli og Sámueli, dómarunum báðum, og frá kongunum, Sáuli og Dávidi. Tvær kongabøkur siga frá seinastu døgum Dávids til útlegdina í Bábylon. Tvær Krýnikubøkur eru frásagnir um ættarlið; síðan siga tær tað sama sum Kongubøkurnar. Ezrabókin og Nehemiabókin siga frá heimkomuni úr Bábylon. Ezterarbókin sigur frá einari jødiskari gentu, sum verður drotning Áhasverusar (Kserkesar), kongin í Persaríki. Jobsbókin sigur okkum um ein sera tolnan mann, sum eitur Job. Hon lærir okkum at taka alt av Guds hond. Sálmarnir, sum koma aftan á Jobsbók, eru andligir sangir. Dávid hevur yrkt nógvar av teimum. Orðtøkini, Prædikaran og Hásongin hevur Sálomon skrivað partar av. At enda koma Harmljóðini og bøkurnar hjá profetetunum: 4 stórar og 12 smáar. Profetabøkurnar hava nógvar spádómar, lærdómar og áminningar.

Í Gamla Testamenti eru 39 bøkur:

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið