[go: up one dir, main page]

Jump to content

TikTok

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

TikTok er eitt kinverskt felag, og hevur í dag fleiri enn eina milliard brúkarar. TikTok er ment av Zhang Yiming, sum er 37 ár og úr Kina. Hann hevur forvunnið 12 trilliónir dollarar av appini TikTok. Tað er felagið ByteDance, sum eigur TikTok. Í stuttum virkar appin á tann hátt, at brúkarar leggja video út av sær sjálvum, har teir gera ymiskt. Ofta er tað dansur ella ymsar avbjóðingar, sum brúkarar royna seg við. Filmsbrotini kunnu varða upp í 1 minutt. Appin er nógv brúkt ímillum ung í Føroyum.

TikTok er fyrsta kinesiska sosiala app, sum hevur vunnið sær nevniverda undirtøku uttan fyri Kina. TikTok er átt av kinesarum, og appin er fleiri ferðir lagd undir at flýggja út data um amerikanskar brúkarar til kinesisku stjórnina. Í tí sambandi valdi Joe Biden, forseti, at undirskriva eina lóg, sum forbjóðar embætismonnum at hava kinesisku appina. 14. august 2022 skrivaði Donald Trump undir eina aðra løgskipan, sum gav ByteDance, sum er kinesiski eigarin av TikTok, 90 dagar at lata frá sær alt amerikanska virksemið umframt allar upplýsingarnar, fyritøkan hevði savnað í landinum.

TikTok hevur áður sagt, at amerikanski óttin er grundaður á miskunning. Fleiri stjórnarskrivstovur – teirra millum Hvítu Húsini, Verjumálaráðið og Homeland Security, sum tekur sær av landsins innanhýsis trygd – longu hava bannað nýtslu av TikTok. Danska dátueftirlitið er farið undir at kanna TikTok, samstundis sum onnur lond hava bannað ella umhugsa at banna appini.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]