[go: up one dir, main page]

Jump to content

Niðurlond

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Holland)
Koninkrijk der Nederlanden
Flagg Niðurlond
(Flagg Niðurlond)
Skjaldarmerki Niðurlond
(Skjaldarmerki Niðurlond)
Tjóðarslagorð: Je maintiendrai
Tjóðsangur: Wilhelmus
Alment mál Niðurlendskt
Høvuðsstaður Amsterdam
Kongur Willem-Alexander
Forsætisráðharri Dick Schoof
Fullveldi 1581/1648
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
41 526 km²
18,41
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
16 751 323
482/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .nl
Telefonkota +31

Niðurlond ella Háland ella Holland er eitt kongaríki í Evropa. Í norðri hevur Niðurlond mark við Norðsjógvin, í eystri við Týskland, og í suðri við Belgia.

Niðurlendingar eru kendir fyri at hava víðskygda og frílynta samfelagsáskoðan.

Í 16. øld vóru Niðurlond 17 ríkir, sjálvstýrdir landslutir. Teir vóru partur í spanska ríkinum og rindaðu Spania ógviliga høgan skatt. Niðurlendingar ilskaðust um hetta, og tá ið Filip 2. gjørdi av at stýra teimum beinleiðis úr Spania, gjørdu teir uppreistur. Á odda fyri uppreistrinum stóð stórfúrstin Vilhjálmur av Orania. Í 1572 tóku uppreistrarsinnaðir sjómenn, nevndir geusar, niðurlendska havnabýin Briel, sum spaniamenn høvdu havt ræðið á. Vilhjálmur var myrdur í 1584, men sonur hansara Moritz helt fram við frælsisbardaganum. Hann sigraði á stórum sponskum heri í bardaganum við Turnhout. Í 1609 tóktist tað, sum viðurkendi Spania, at 7 teir norðastu landslutirnir fingu sjálvstýri. Vápnahvíld, ið skuldi varða í 12 ár, varð undirskrivað, men skjótt brotin aftur.

Í 16. og 17. øld sigldu niðurlendskir sjófarar og keypmenn burtur í fjarskotin lond at finna ríkidømi. Niðurlendingar tóku mong hjálond, og niðurlendska hjálandaríkið var úr Landsynningsásia til Norðuramerika. Handil hevur enn stóran týdning í Niðurlondum.

Í 1609 slitu sjey protestantiskir landslutir fyri norðan í Niðurlondum frá Habsborgararíkinum. Í 1650-árunum vóru hesir landslutir vorðnir ovurríkir av handli við Asia og Amerika. Dugnaligir jødar og protestantar flýddu hagar í hópatali úr katólsku londunum Fraklandi og Spania. Frælsa niðurlendska samfelagið eggjaði til, at uppfinningar og hugskot komu út ímillum manna. Vísindamaðurin Christiaan Huygens (1629-1695) gjørdi øll bilsin, tá ið hann avdúkaði, at ljósið flytur seg í bylgjum. Antonie van Leeuwenhoek (1632-1723) varnaðist, hvussu blóðið er sett saman. Múgvandi handilsmenn lótu byggja høg hús, galvarnir vórðu laðaðir sum røkur, og teir bíløgdu listaverk hjá mætum listamonnum sum Rembrandt Harmenszoon van Rijn (1606-1669) og Johannes Vermeer (1632-1675) at hava til prýðis.

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Í Beneluks er aktiv deyðshjálp lóglig. Niðurlendska lóggávan sigur, at øll niður til 12 ár kunnu nýta hendan møguleikan [1].

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Marijuana er lógligt í coffeeshop-handlarnar í t.d. Amsterdam.

Um triðingur av Niðurlondum hevur áður staðið i sjógvi. Meginparturin av hesum lendinum verður nýttur sum akurlendi og beiti, men ein fjórðingur av tí er nýtt til byggilendi, vegir og fríøki. Av tí at stórur partur av landinum er ájavnt sjóvarmálan ella undir, er mangan stórur vandi fyri vatnflóð. Til tess at forða fyri hesum eru gjørdar ovurstórar byrgingar, og ógvuliga væl verður fylgt við, hvussu høgt sjógvurin stendur.

Landslutir

[rætta | rætta wikitekst]
Flagg Landslutur Høvuðsbýur Størsti býur Vídd (km²) Fólkatal[2]
31-09-2013
Fólkatættleiki
(/km²)
Drenthe Assen Assen 2 639 489 155 185
Flevoland Lelystad Almere 1 415 399 825 282
Friesland Leeuwarden Leeuwarden 3 340 646 401 194
Gelderland Arnhem Nijmegen 4 970 2 019 196 406
Groningen Groningen Groningen 2 325 582 908 251
Limburg Maastricht Maastricht 2 150 1 120 332 521
Noord-Brabant 's-Hertogenbosch Eindhoven 4 914 2 478 687 504
Noord-Holland Haarlem Amsterdam 2 665 2 737 540 1 027
Overijssel Zwolle Enschede 3 324 1 139 462 343
Utrecht Utrecht Utrecht 1 383 1 251 266 905
Zeeland Middelburg Middelburg 1 784 380 864 213
Zuid-Holland Den Haag Rotterdam 2 808 3 572 409 1 272
Niðurlond 33 718 16 818 045 499

Størstu býir

[rætta | rætta wikitekst]
Býur Fólkatal Landslutur
1 Amsterdam 780 000 Noord-Holland
2 Rotterdam 610 000 Zuid-Holland
3 Den Haag 494 000 Zuid-Holland
4 Utrecht 311 000 Utrecht
5 Eindhoven 215 000 Noord-Brabant
6 Tilburg 206 000 Noord-Brabant
7 Groningen 190 000 Groningen
8 Almere 190 000 Flevoland
9 Breda 174 000 Noord-Brabant
10 Nijmegen 164 000 Gelderland
11 Enschede 157 000 Overijssel
12 Apeldoorn 156 000 Gelderland
13 Haarlem 147 000 Noord-Holland
14 Arnhem 141 000 Gelderland
15 Zaanstad 140 000 Noord-Holland
16 Amersfoort 135 000 Utrecht
17 's-Hertogenbosch 134 000 Noord-Brabant
18 Haarlemmermeer 132 000 Noord-Holland
19 Maastricht 122 000 Limburg
20 Dordrecht 119 000 Zuid-Holland

Niðurlendingar eru eitt blandað fólk. Mong fólk úr gomlu niðurlendsku hjálondunum í Landsynningsásia og Suðuramerika búsettu seg í Niðurlondum í 1940- og 1950-árunum. Tilflytingin helt fram í 1960-árunum, tá ið mangir fremmandaverkamenn úr Suðurevropa, Marokko og Turkalandi komu til Niðurlanda. Tilflutta fólkið er nú fimtingurin av fólkinum í teimum stóru býunum. Niðurlendingar eru erpnir av frílynta tilflytara- og flóttafólkapolitikki sínum.

Mong fleirtjóðafeløg eru niðurlendsk, og vinningurin hjá hesum feløgum er helvtin av inntøkum landsins. Havnin Europoort í Rotterdam í Niðurlondum er ein tann størsta havnin í verðini. Higar koma bæði rávørur og lidnar vørur úr øllum heimi, til dømis stórar nøgdir av frukt og djús. Djúsið kemur ofta við stórum tangaskipum úr Suðuramerika. Tað verður koyrt á serlig djúsvirki, har tað verður pakkað í smærri pakkar. Síðan verður djúsið flutt við toki, lastbili ella skipi til ymisk lond í Europa. Europoort-havnin er øgiliga stór: 20 km breið og 40 km long. Alt er tó ikki havnarøki; har er eisini eitt tað størsta ídnaðarøkið í Europa, har tey framleiða bensin, vaskipulvur og nógv annað. Havnin er ein týðandi miðdepil fyri flutning í Europa. Samband er við alt Europa eftir Rínánni, vegum, jarnbreytum og um flogvøllin.

  1. http://news.nationalpost.com/2013/12/12/belgium-euthanasia/
  2. "Bevolking; geslacht, leeftijd, burgerlijke staat en regio, 1 januari". Statistics Netherlands. 2013. http://statline.cbs.nl/StatWeb/publication/?DM=SLNL&PA=03759NED&D1=0&D2=129-132&D3=0,5-16,101-902&D4=21-22&HDR=T,G2&STB=G1,G3&VW=T. Heintað 10. januar 2014. 

Hygg eisini at

[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið