Flogbóltur
Flogbóltur, á enskum og fleiri øðrum málum verður volleyball brúkt. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin yvir á banan hjá mótstøðuliðinum. Líkasum tennis og badminton er banin deildur av einum neti.
Á enskum og fleiri øðrum málum verður flogbóltur róptur volleyball. Flogbóltur er bóltleikur, har ið bólturin við hondunum verður sendur aftur og fram um net, sum er spent um miðjan vøll. Í flogbólti eru tað tvey lið, seks á hvørjum liði, ið skulu royna at sláa bóltin á banan hjá mótstøðuliðinum, liðini kunnu spæla bóltin trýggjar ferðir sínamillum, áðrenn bólturin verður sendur yvirum til mótstøðuliðið, helst skal bólturin koyrast yvirum soleiðis at mótstøðuliðið missir bóltin ella ikki fær fatur á honum, hetta verður ofta gjørt við at bólturin verður hevaður til ein sum dugir væl at smasja, tað er at sláða bóltin hart við arminum lyftum upp yvir høvdið. Flogbóltur bleiv fyri fyrstu fer spældur í 1864 í Tokyo. Fyrsti dysturin ímillum skipað lið var í Holyoke, Massachusetts í USA í 1895.
Flogbóltur verður spældur ymsa staðni í Føroyum, nevnast kunnu feløgini Fleyr úr Tórshavn, ÍF úr Fuglafirði, Ternan av Toftum, SÍ og Dráttur úr Vágunum, Mjølnir úr Klaksvík, TB av Tvøroyri, KÍF úr Kollafirði og Nøvan av Oyrabakka.[1] Á hvørjum árið verður spælt um Føroymeistaraheiti og Steypakapping. Báðar kappingarnar eru um veturin.
Banin
[rætta | rætta wikitekst]Banin er deildur upp í eitt øki framman og eitt øki aftan av einari álopslinju. Álopslinjan, verður eisini kalla tríggjar metra linjan. Hon er tríggjar metrar frá, og javnt við netið. Álopslinjan er ein partur av økinum framman. Umráðið í fríøkinum aftanfyri baksíðuøkið verður eisini kalla fyri servuøkið.
Reglar
[rætta | rætta wikitekst]Eitt lið hevur seks spælarir úti á bananum, og upp til 6 útskiftarar. Tað liði, sum fyrst vinnur trý sett, hevur vunnið dystin. Fyri at vinna eitt sett, skal ein fáa 25 stig (5 sett, 15 stig), og samstundis vera 2 stig framman fyri mótstøðuliðið. Tvs, at um støðan er 25-24, verður dysturin ikki avgjørdur fyrrenn annað liðið er tvey stig frammanfyri. Hvørt lið hevur loyvi til at røra bóltin tríggjar ferðir, men sami spælarin hevur ikki loyvi at røra bóltin tvær ferðir á rað. Men tað eru nøkur undantøk. Um bólturin verður blokkaður og blokkerandi liðið fær bóltin, so telur blokkurin ikki sum ein røring.
Tá ið ein spælur flogbólt, er tað loyvi at brúka fleiri partar av kroppinum. Tað vanliga er at brúka hendurnar, men tað er eisini loyvi til at brúka høvdið og føturnar.
Tað er ymiskt hvussu, annupá aldur, hvussu høgt uppi netið er:
- Gentur 14 2,14 m
- Dreingir 14 2,24 m
- Gentur 16 2,20 m
- Dreingir 16 2,35 m
- Kvinnuunglingar 2,24 m
- Mansunglingar 2,43 m
Blokering
[rætta | rætta wikitekst]Ein blokering er, um ein spælari hoppar upp framman fyri netið og forðar mótspælarinum at sláa bóltin yvir netið. Tað er loyvt at hava hendurnar framman fyri netið hjá mótspælarinum, tá ein blokerar. Tað er loyvt, at tveir ella tríggir spælarir blokera, um allir eru framsíðuøki spælarir. Hetta kallast ein felags blokering. Ein blokering telur ongantíð, sum ein røring, sum tær tríggjar røringar eitt lið kann hava.