[go: up one dir, main page]

Jump to content

Tetramorfur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ein samanseting av fýra (livandi) verum í ein tetramorf sum avmyndar teir fýra evangelistarnar, Markus, Matteus, Lukas og Jóhannes.

Ein tetramorfur er ein súmbolsk samanseting av fýra ymsum elementum í eina eind. Heitið stavar frá grikskum tetra, ið merkir fýra, og morf, skap.

Søguligir útgrevstrar vísa at menniskjan rættiliga tíðliga gav teim fýra heimshornunum, ella høvuðsættunum, hvør síni eyðkenni og andaligar eginleikar. Hetta bleiv eisini nýtt tá byggisiðurin tók seg upp. Í halgidómum hjá fornu egyptunum, grikkunum og bábylonarunum vórðu hesir eginleikar sjónliggjørdir við útskornum mýtiskum verum, ið høvdu tarva- ella leyvukropp, arnarveingir og mannahøvd. Slíkir skapningar ganga aftur í fleiri gudasøgum (mýtologium), í Egyptalandi sum sfinksar, Bábylon sum lamassuar og Grikkalandi sum harpyur.

Í kristnari list ímyndar tetramorfurin sameiningina av teim fýra evangelistunum. Tær fýra verurnar í bíbliuni stava frá Ezekiels bók, og vera stundum avmyndaðar sum ein samanseting av fýra verum, ella sum ein bólkur av fýra verum. Hvør evangelistur hevur eina veru, vanliga við veingjum: Matteus mannin, Markus leyvuna, Lukas tarvin, og Jóhannes ørnina. Í kristnari list og ikonografi verða evangelistarnir ofta avmyndaðir saman við tetramorfum, ella er bara tetramorfurin, sum ímyndar teir, avmyndaður.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið