[go: up one dir, main page]

Jump to content

Pokémon Go

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Armbandið, Pokémon Go Plus, kann nýtast saman við appini og sigur tær frá, nær pokémons eru tætt við.

Pokémon Go varð fyrst kunngjørt 10. september 2015, og bleiv knappliga útgivið uttan ávaring í juli 2016. Spælið liggur á tíni smartphone, og brúkar tína veruliga lokatión fyri at fáa teg at røra teg og ganga runt at finna sokallaðar Pokémons til títt savn. Hóast spælið bert varð útgivið í ávísum londum - í USA og Avstralia, og altso ikki í Føroyum, so hava nógvir føroyingar funnið útav at “snýta” fyri at fáa Pokémon Go á teirra fartelefonir. Sjálvt spælið er ein app, sum verður løgd á telefonina og brúkar myndatól og GPS fyri at síggja, hvar tú ert. Spælið gongur fyri seg í býnum ella bygdini, har tú ert, og sum luttakari skalt tú út at finna og fanga hesi ymisku pokemondjórini, sum eru at finna ymsastaðni í økinum. Hesi djórini, sum eisini verða kallaði pokemons, kunnu goyma seg kring alt landið, men eru serliga at finna við ymiskar standmyndir. Spælið er gjørt soleiðis, at tað eru trý lið, deild upp í litir, sum spæla móti hvørjum øðrum. Reytt, blátt og gult. Um eitt lið ætlar sær eitt sokallað "gym" ella stað, sum eitt annað lið longu hevur yvirtikið, má ein dystur til. Eitt sokalla "battle."

Sum nú er, kanst tú fanga pokémons, gera teir sterkari og yvirtaka gyms frá øðrum spælarum. Spælið er eitt sokallað ARG (tað er Alternate Reality Game), ið setur pokémons inn á landkortið á telefonini, soleiðis at pokémons á tann hátt verða ein partur av veruliga heiminum. Við Pokémon Go appini á tíni fartelefon og einum serligum pokéball armbandið, sum kann nýtast til spælið, kanst tú spora teg fram til pokémons í økinum rundan um teg, fanga teir og berjast við aðrar veruligar spælarar.