[go: up one dir, main page]

Jump to content

Skotskt whisky

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Whisky.

Skotskt whisky var einaferð næstan bara at finna í Bretlandi. Hildið verður, at tað vóru írskir munkar, ið gjørdu whisky av fyrstan tíð. Teir høvdu lært destillatiónskynstrið úr Miðeystri, umleið 6. øld, har tann sterki drykkurin fyri tað mesta varð nýttur sum heilivágur. Eftir at írarnir høvdu gjørt whisky í umleið 600 ár, frá 6. øld til umleið 12. øld, fóru skotar eisini at gera whisky. Írskt whiskey var tó heilt fram til fyrst í 1900-talinum nógv tað mest selda whisky’ið á heimsmarknaðinum. Men av fleiri søguligum hendingum misti Írland sín part á heimsamarknaðinum, og í dag er tað Skotland, sum eigur nógv tann størsta partin av heimsmarknaðinum.

Whiskyøkini í Skotlandi

[rætta | rætta wikitekst]
  • Islay: Whisky úr hesum økinum hava ein mineralskan, royktan, torv- og maltsmakk. Her er tað havið og torvið, ið setur dám á whiskyið, til dømis Ardberg, Lagavulin og Laphroaig. Í dag eru bara 8 destillaríir eftir av umleið 24.
  • Islands: Hesi whisky hava ymiskan smakk, men felags fyri tey øll er smakkurin av torvi, royki, salti og tara. Nøkur eru meira mild og elegantari enn onnur. Í økinum eru oyggjarnar Jura, Mull, Skye, Arran og Orknoyggjarnar, sum samanlagt hava 7 destillaríir.
  • Highland: Er nógv tað størsta whiskyframleiðandi øki, við umleið 100 destillaríum. Eyðkennið fyri øll, er ein blómukendur angi og turrur smakkur við einum ánilsi av torvi og salti.
  • Lowland: Malt whisky úr hesum økinum eru sum heild bleyt, hálvsøt, løtt og hava ein ljósan lit. Teirra manglandi styrki er ein av orsøkunum, at tú ikki leggur so væl merkis til teirra. Tað hava ongantíð verið nógv sløg úr økinum, og tey seinastu árini eru tey bara fækkaði. 3 destillarí eru eftir í Lowland: Bladnoch, Auchentoshan og Glenkinchie.
  • Campeltown: Er tað minsta av teimum kendu whiskyøkjunum. Navnið kemst av, at bara ein býur er í økinum. Whisky úr hesum økinum eru kompleks við fyllu, kryddaði við nakað av torvi og salti. Í dag eru bert 3 destillaríir eftir av umleið 30.
  • Speyside: Í hesum økinum liggja helvtin av teimum skotsku maltdestillaríunum. Speyside Single Malts eru kend fyri teirra fínleika, blómukenda hunangssmakk og av og á torvkenda anga.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið