[go: up one dir, main page]

Jump to content

Sandsvatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sandsvatn, útsýni suðureftir, sæð úr Skemmugarði Inni í Dal.
Sandsvatn og býlingurin "Í Trøðum" heima á Sandi.

Sandsvatn er vatn í Føroyum í Sandoynni, 0,8 km² til víddar. Sandsvatn er størsta vatn í Sandoynni og triðstørsta vatn í Føroyum. Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak. Við sunnara enda liggur bygdin Sandur – og haðani strekkir vatnið seg norð gjøgnum ein langan dal niðan ímóti Skopun.

Sandsvatn er uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar. Ummálið er 0,82km2 og størsta dýpið uml. fimm metrar undir vatnskorpuni. Avlanga vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum legugrýti. Nú á døgum er vatnið typt frá havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av sandi. Á strondini, serliga niðan móti vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu Mølheyggjarnir, har plantur og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í Føroyum. Sandsvatn er annars vælumtókt millum stuttleikafiskimenn, bæði laksur og síl finnast í vatninum.

Umframt einum hópi av smærri áarløkum, renna tvær stórar áir í vatnið – Dalsá norðanífrá og Traðará eystanífrá. Frárenslið er í sunnara enda og ringir seg millum Mølheyggjar og út á hav. Í norðara parti av Sandsvatni liggur ein lítil hólmur, Vatnsoyrarhólmur. Við norðurendan liggur annars Sandoyar meginskúli fyri eldru fólkaskúlanæmingarnar, við hentleikum sum fótbóltsvølli, ítróttarhøll og svimjihøll.

Eystursíðan av vatninum er nøkulunda óbrotin frá suður í norð. Men á vesturstrondini er ein vík við einum lítlum nesi. Hetta er Todnes, har prestagarður hevur ligið í øldir. Tveir teir kendastu og mest illkendu prestar í Føroyum hava búleikast har.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið