[go: up one dir, main page]

Jump to content

Svartkjaftur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 10. des 2018 kl. 18:48 av 2605:e000:6347:ee00:fd1f:882c:dbe3:4cb (kjak)
(munur) ←Eldri endurskoðan | skoða verandi endurskoðan (munur) | Nýggjari endurskoðan→ (munur)

Svartkjaftur (latín Micromesistius poutassou) verður upp í umleið 50 cm. Í veiðuni er hann vanliga 20-35 cm langur. Hann er uppsjóvarfiskur og botnfiskur, vanliga úr 200 m. niður á 400 m. dýpi, men eisini úr vatnskorpuni niður á umleið 1000 m. Livandi í sjónum hevur svartkjaftur heilt annan lit enn tann trolveiddi fiskurin. Livandi minnir hann mest um hvíting, tó heldur grønari. Trolveiddur fiskur missir roðsluna og av tí eisini sínar litir, og tá sær hann soleiðis út: bakið er óblankt blálitt, ljósari bláur, og silvurkendur er hann um síðurnar og hvítgráur undir búkinum. Hann er svartur inni í kjaftinum og táknaholunum.

Svartkjaftur hevur tríggjar smáar ryggfjaðrar. Tær báðar fremru eru stuttar og ganga upp í ein spíss. Tann aftasta er long. Hann hevur tvær gotfjaðrar. Tann fremra er um ein triðing av heildarlongdini. Tann aftara er umleið somu longd sum aftasta ryggfjøður. Fremra gotfjøður kemur fram undir uml. hálvar uggafjaðrarnar. Siljafiskar hava langar búkfjaðrar, rognafiskar hava stuttar. Kjafturin er fremst á gronini. Hann hevur undirbit. Sterturin er eitt sindur sýldur. Gotið er umleið undir fremra enda á fremstu ryggfjøður, kanska heldur fremri.

Svartkjaftur er um alt tað føroyska sjóøkið, bæði við botnin og uppi í sjónum. Annars er hann um tað mesta av havinum, í Barentshavinum, undir Eysturgrønlandi og Íslandi, í Biskeiavíkini, Norðsjónum og Skagerrak suður í vestara part av Miðjarðarhavinum, og nakað suður við Vesturafrika. Undir Vesturgrønlandi og suður til USA.