Jógvan Sundstein
Jógvan Sundstein (25. mai 1933 í Tórshavn - 8. juli 2024 í Holbæk) var løgmaður í Føroyum 1989 - 91. Hann var valdur inn á Føroya Løgting fyri Fólkaflokkin fyri fyrstu ferð í 1979. Hann var løgtingsformaður 1980 til 1984 og frá 1988 til 1989. Í tíðarskeiðnum 1991 til 1993 var hann fíggjarmálaráðharri, í sama tíðarskeiði var hann eisini varaløgmaður. Jógvan var formaður fyri Fólkaflokkin frá 1980 til 1993. Hann flutti til Danmarkar at búgva í 2003. Jógvan var útbúgvin og góðkendur sum løggildur (statsautoriseraður) granskoðari.
Jógvan Sundstein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 25. mai 1933 í/á Tórshavn |
Andaðist | 8. jul 2024 í/á Holbæk |
Starv | politikari, grannskoðari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000103710284 |
VIAF | 155010896 |
LCAuth | n2010046169 |
Commons | Jógvan Sundstein |
Keldur
rætta- Løgtingið 150 - Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 251-252 (PDF-Download Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
- Jógvan Sundstein er deyður, kvf.fo, 8.07.2024
- Floksfelagi: Jógvan Sundstein var ótroyttiligur, kvf.fo, 9.07.2024
- Til minnis um Jógvan Sundstein, vp.fo, 10/07/2024
Andrass Samuelsen | Kristian Djurhuus | Peter Mohr Dam | Hákun Djurhuus | Peter Mohr Dam | Kristian Djurhuus | Atli Pætursson Dam | Pauli Ellefsen | Atli Pætursson Dam | Jógvan Sundstein | Atli Pætursson Dam | Marita Petersen | Edmund Joensen | Anfinn Kallsberg | Jóannes Eidesgaard | Kaj Leo Johannesen | Aksel V. Johannesen | Bárður á Steig Nielsen