[go: up one dir, main page]

Anfinn Kallsberg

føroyskur politikari

Anfinn Kallsberg (19. november 1947 - 20. februar 2024) var løgmaður í Føroyum 1998-2004, hann hevur eisini verið fiskimálaráðharri, fíggjarmálaráðharri, løgtingsformaður og formaður í Løgtingsins Fíggjarnevnd. Hann var limur í Danska Fólkatinginum frá 2005 til 2007. Anfinn var útbúgvin innan skrivstovu og handil. Hann starvaðist sjálvstøðugur við bókhaldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum frá 1974 til 1996. Harumframt starvaðist hjá J.F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964 til 1974.[1] Anfinn Kalsberg legði frá sær sum løgtingsmaður í januar 2011, tá Fólkaflokkurin avgørdi at gera ymiskar umrokeringar í flokkinum. Jørgen Niclassen fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin í Løgtingið. Annfinn hevði tá verið virkin í føroyskum politikki á Føroya Løgtingi í 30 ár.[2]

Anfinn Kallsberg

Tíðarskeið 19982004
Undanmaður Edmund Joensen
EftirmaðurJóannes Eidesgaard
Føddur/Fødd 19. november 1947
Viðareiði
Andaðist20. februar 2024
FlokkurFólkaflokkurin

Løgtingslimur, landsstýrismaður, løgmaður, nevndarsessir og onnur álitisstørv

rætta

Keldur

rætta
  1. FT.dk
  2. "Nordlysid.fo, Anfinn sigur farvæl eftir 30 ár sum løgtingslimur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-01-06. https://web.archive.org/web/20120106050949/http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&NewsID=5291&PID=3773. Heintað 2011-10-31. 
  3. "Logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-09. https://web.archive.org/web/20160309180515/http://www.logting.fo/chamberreport/view.gebs?caseNormal.id=1775&back=true&report.id=3450&meeting.id=3645. Heintað 2011-10-31. 

Ávisingar úteftir

rætta


Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið