[go: up one dir, main page]

Hawaiianskt (á hawaiianskum: ‘Ōlelo Hawai‘i) er eitt polynesiskt mál, sum er almenna málið á Hawaii. Tað eru bara umleið 8000 fólk sum tosa tað, men kortini er tað tað almenna málið. Tað er ikki hótt, tí tað fær grið á oynni Ni'ihau, sum hevur verið privatogn í eina øld, og øll sum búgva har, tosa hawaiianskt. Seinastu tíggjuárini hevur málið verið í brennideplinum, og nú eru skúlar stovnaðir, og ikki bara á Ni'ihau, har børnini læra at hava tað sum móðurmál.

Hawaiianskt
‘Ōlelo Hawai'i
Tosað í: Hawaii Hawaii
USA USA.
Tosandi íalt: uml. 8000[1]
Málætt: Austronesiskt

 Malayopolynesiskt
  Oseaniskt
   Polynesiskt
    Kjernapolynesiskt      Eysturpolynesiskt       Markesiskt        Hawaiianskt.

Málkotur
ISO 639-1: Onki
ISO 639-2: haw
ISO 639-3: haw

.

Áðrenn 1820 var bara hawaiianskt tosað allastaðni á Hawaii, men onga aðrastaðni. Frá 1820 til 1887 vórðu oyggjarnar kristnaðar og hawaiianska málið broyttist. Kristnir missionerar vildu umvenda oyggjabúgvarnar við at umseta bíbliuna til hawaiianskt og við at prædika á málinum hjá teimum innføddu. Í 1826 fekk hawaiianska stavraðið gjørt. Nú kundi málið bæði tosast og skrivast. Frá 1839 til 1840 varð fyrsta grundlógin skrivað á hawaiianskum. Í 114 ár (1834-1948) vórðu tíðindabløð prentað á hawaiianskum. Mállæran kom í 1834 og fyrsta orðabókin í 1865. Nógvar hawaiianskar bókmentir vóru. Málið er skumpað til viks av enskum, og í dag duga færri enn 0,1% av fólkinum hawaiianskt. Í 2000 bleiv tað vældámdari at tosa og tað sigst vera heimsins mest romantiska mál.

Samanburður

rætta
 
Flaggið hjá Hawaii
Føroyskt Hawaiianskt
Hey / Farvæl
(eisini Kærleiki)
Aloha
Góðan morgun Aloha kakahiaka
Góðan dagin Aloha awakea
Gott kvøld Aloha ahiahi
Hvussu gongur? Pehea `oe?
Tað gongur væl Maika`i no mahalo
Hvussu eitur tú? `O wai kou inoa?
Eg eiti xxx `O xxx ko`u inoa.

Keldur

rætta

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. http://www.omniglot.com/writing/hawaiian.htm
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið