Tunglyndi
Appearance
Tunglyndi er vanlig og mikið útbreidd sálarsjúka. Umleið 1 út av 6 fólkum stríðast við hetta sálarheilsufyribrigdi, onkustaðir á lívsleið teirra. Tunglyndi kann verða, miðal – ella svárt, og fleir kvinnur enn menn fáa tunglyndi. Nógv tunglyndi byrjar í 20-30 árs aldrinum, men alsamt fleiri børn og ung eru í viðgerð fyri tunglyndi. Tunglyndi er ikki tað sama sum kenslan av sorg.
Medisinsk viðgerð hevur í nógv ár verið nýtt til tunglyndi. Í Føroyum er sølan av antidepressiva tvífaldað seinastu 10 árini 2007-2017.