Teknmál
Appearance
Teknmálið er eitt mál eins og føroyskt. Munurin á teimum báðum er at talumál verður samskift við ljóði, meðan teknmálið verður borið fram við rørslum, handa- og andlitsbrøgdum.
Teknmálið er eitt sjálvstøðugt mál; tað hevur sína heilt egnu mállæru, sum er øðrvísi enn tann føroyska mállæran. Teknmálið er ikki altjóðamál. Tað eru umleið líka nógv teknmál og talumál í heiminum.