[go: up one dir, main page]

Jump to content

Makrelur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Makrelur (frøðiheiti Scomber scombrus) er ein pelagiskur fiskur. Makrelur er skyldur við tunfisk, og makrelur er uppsjóvar- og torvafiskur, og kann liva í stórum torvum. Ein makreltorva kann vera 100 metrar djúp og 200 metrar breið, so har kunnu vera fleiri hundraðtúsund fiskar í einari torvu. Makrel hava føroyingar veitt í nógv ár, tó uttan at hann hevur verið nýttur til matna hjá okkum. Mesta av veiðuni er farið til útflutning. Hann hevur verið nógv nýttur sum agn. Seinastu árini hevur tað verið væl meira til av makreli í føroyskum sjóøki, og er fiskaríið 20 faldað í føroyskum sjóøki síðan 2010.

Makrelurin er sera eyðkendur. Hann er tjúkkastur um miðjuna og verður spískari út í endarnar. Makrelurin er serliga eyðkendur við rípunum á bakinum. Hann hevur bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30 – 35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum, og ljósari bláligt ella grønligt er ímillum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir bakinum er hann hvítur. Makrelurin kann vera upp í 66 cm langur, men valig longd er 30 – 40 cm. Makrelur kann blíva 66 cm langur og viga upp til 3,5 kg. Makrelur yvir 2 kg er tó sjáldsamur. Kroppurin er fastur og vøddamikil.

Makrelur inniheldur nógvar vitaminir: A, D, B12 og Omega 3. Makrelur er sunnur fiskur og kemst hetta av, at hann hevur í sær nógvar B12 vitaminir og Omega-3 feittsýrur (tvær ferðir so nógv sum í laksi).

Makrelur er trý ár, tá hann er kynsbúgvin. Á vári frá mars/apríl til juli er gýtingartíð. Hann gýtur um 500.000 til 1 millión rogn, sum flóta í vatnskorpuni, har tey blandast saman við silinum. Umleið 6 dagar seinni verður ynglið, sum er um 4 mm til longdar, klakt. Makrelur veksur skjótt fyrstu tíðina, og tá hann er ársgamal er hann um 20 cm langur. Makrelur hevur ikki sundmaga og má tí svimja alla tíðina fyri ikki at søkka niður.

Tíðliga um summarið etur hann mest reyðæti, seinni um summarið etur hann veingjasniglar og krill. Tá ætið er burtur í sjónum tíðliga um heystið etur hann nebbasild, brisling o.a.

Útbreiðsla

[rætta | rætta wikitekst]

Makrelur er víða um í føroyskum sjógvi um summarið. Hann slæðist til Íslands, Svalbarðs, Murmansk og inn í Eystursalt. Hann er annars í Norðsjónum, runt Bretsku Oyggjarnar og suður til Marokko, í Miðjarahavinum og Svartahavinum. Í vestara Atlanshavinum er hann frá Labrador til Massachusetts. Um veturin heldur hann til á djúpum vatni norðarlaga í Norðsjónum rundan um Hetland og vestanfyri Bretsku oyggjarnar, og hesa tíðina etur hann lítið og einki.