[go: up one dir, main page]

Jump to content

Osasco

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Grunddáta
Búmerkið:
Land: Brasil Brasil
Vídd: 65 km²
(Kommuna)
Íbúgvar (2008): 718.643
fyri km²: 10.981
Postnummar: 06000-000
Heimasíða:

Osasco er ein býur og kommuna í Brasil. Býurin liggur í landslutinum São Paulo, og hevði 718.646 íbúgvar í 2008.

Økið, har ið Osasco er nú, varð fyrst bygt av Tupi-Guaraní fólkinum, sum er eitt av upprunafólkum Brasils. Býurin Osasco varð bygdur í 19. øld av italska tilflytaranum Antonio Agù. Í dag er ein av høvuðsgøtunum í býnum uppkallað eftir honum. Hann varð ættaður úr Osasco í landslutinum Torino í Norðuritalia. Tilfkytarar úr Italia, Spania, Portugal, Týsklandi, Írlandi, Armenia, Libanon, Ísrael og Japan fluttu til Osasco í hesum tíðarskeiði.

Osasco gjørdist sjálvstøðug kommuna hin 19. februar 1962.

Fólkatalsfrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Øll búgva í býarøki, onki landbúnaðarøki er í Osasco. Fólk í Osasco kunnu vænta at liva í 71,35 ár. Kvinnur í burðardyggum aldri fáa í meðal 1,94 børn í meðal. Barnadeyðiligheitin hjá pinkubørnum undir eitt ár er 15,64 fyri hvørji 1000 fødd børn. Fólkatalið er vaksið nógv seinastu árini. Í 1960 var fólkatalið 113.243, tíggju ár seinni var talið komið upp á 283.073. Í 1980 var fólkatalið 474.543, í 2000 var talið komið upp á 652.593 og í 2009 var fólkatalið vaksið upp til 718.646.

Etniskir bóklar Prosent
Hvít 66.3%
Svørt 4.5%
Pardo (Brún) 27.5%
Asiatar 0.8%
Amerindianarar 0.2%

Kelda: IBGE

Trúgv Prosent Tal
Katolikkar 64,75% 422.553
Protestantar 20.54% 134.042
Uttan trúgv 9.33% 60.886
Kadersistar 0.90% 5.873
Buddhistar 0,23% 1.500
Jødar 0,04% 261

Kelda: IBGE - Brazilian Institute of Geography and Statistics, 2000


Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið