[go: up one dir, main page]

Jump to content

Igor Stravinskij

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Igor Stravinskij (til vinstru) saman við Wilhelm Furtwängler

Igor Fjodorovitj Stravinskij (russiskt: Игорь Фёдорович Стравинский, Igor' Fëdorovič Stravinskij) (føddur 17. juni 1882 í Oranienbaum í Russlandi, deyður 6. apríl 1971 í New York) var russiskt tónaskald, klaverleikari og orkesturleiðari.[1]

Stravinskij var ein kosmopolitiskur russari. Hann ferðaðist nógv og ein stóran part av tíðini, meðan hann skapaði verkini sum tónaskald, búði hann í Frankaríki og USA. Eisini gjørdist hann víðagitin klaverleikari og orkesturleiðari. Mangan stjórnaði hann orkestrinum til frumframførsluna av sínum egnu verkunum.

Igor Stravinskij verður mettur av mongum at vera eitt tað mest týðandi tónaskaldið í 1900-talinum.[2] Millum kendastu verkini hjá honum eru ballettirnar Eldfuglurin (Жар-птица) frá 1910, Petrusjka (Петрушка) frá 1911 og Vároffrið (Весна священная / Le sacre du printemps) frá 1913.

  1. Igor Stravinsky, britannica.com
  2. Musical Count, Time Magazine. 11. mars 1940 (31. januar 2009)


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið