[go: up one dir, main page]

Jump to content

Fulltrúi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Ein fulltrúi er ein persónur ið hevur fingið fulltrú.

Ein fulltrú er eitt loyvi frá einum persóni (fulltrúveitaranum) til, at ein annar (fulltrúin) kann virka sína vegna mótvegs einum triðja parti (triðjamanni).

Ein fulltrú við ongum serligum eyðkenni verður nevnd ein fyrisetningarfulltrú ella ein §-18-fulltrú. Ein §-18-fulltrú er tað mest einfalda slagið av fulltrú, har fulltrúveitarin gevur fulltrúanum boð um, hvat fulltrúin snýr seg um. Ein slík fulltrú verður ofta givin munliga, og triðimaður kennir ikki innihaldið í fulltrúini.

Ein §-18-fulltrú kann lýsast sum leiðbeining, sum bara fulltrúin fær, t.d. at ein fulltrúveitari sigur við ein fulltrúa: Kanst tú keypa handan Toyota bilin frá 2014 fyri meg, sum Reyni Service júst hevur sett til sølu? Sølufólkið hjá Reyni Service kann velja at trúgva, at talan er um eina fulltrú, men tað er einki serligt eyðkenni, ið kann staðfesta, at ein fulltrú er millum fulltrúveitara og fulltrúa.[1]

Í einari § 18-fulltrú er einki sum vísur triðamanni eina uttanhýsis avtalu millum fulltrúgevaran og fulltrúan, tí triðimaður hevur onga váttan fyri, at fulltrúin er til staðar. Í einari § 18-fulltrú er tí einans ein innanhýsis avtala galdandi, og triðimaður kennir hana ikki.

Skal fulltrúin kallast aftur, skal afturkallingin fara fram á sama hátt, sum hon bleiv givin, t.v.s., at fulltrúin er afturkallað, tá ið fulltrúveitarin sigur við fulltrúan, at hon ikki longur er galdandi.

Starvsfulltrú

[rætta | rætta wikitekst]

Ein starvsfulltrú er ein fulltrú, sum fylgir við starvssetan, sum eftir lóg ella siðvenju gevur rætt at virka vegna ein annan persón innan fyri ávís mørk, t.d. sum krambakvinna í einum handli.[2]

Tað serliga við eini starvsfulltrú er, at triðimaður væntar, at krambakvinnan, tá hon er til arbeiðis í handlinum, hevur eina fulltrú at selja vørur og móttaka pengar vegna handilseigaran.

Serfulltrú

[rætta | rætta wikitekst]

Ein serfulltrú er t.d., tá ið ein fulltrúveitari í einum serligum skrivi ella á annan hátt kunnar triðjamann um, at ein fulltrú er, og hvat hon fevnir um, t.d. at eitt starvsfólk hevur eina fulltrú at keypa brennievni til bilin vegna felagið, sum viðkomandi starvast fyri. Skrivið, sum verður víst fyri triðjamanni, er uttanhýsis avtalan, og við hesum veit triðimaður, at starvsfólkið kann keypa brennievni. Triðimaður kann tó ikki vænta, at starvsfólkið kann keypa annað enn brennievni. Umframt skrivið hava fulltrúveitarin og fulltrúin ofta eisini eina innanhýsis avtalu (heimild) t.d. hvussu ofta hesin skal keypa brennievni.

Alment Kunngjørd Fulltrú

[rætta | rætta wikitekst]

Ein alment kunngjørd fulltrú er ein fulltrú, sum er kunngjørd fyri triðjamanni í almenna rúminum, t.d. í einum tíðindablaði. Serliga eyðkennið er sjálv kunngerðin, sum verður lisin av triðjamanni.

Ein alment kunngjørd fulltrú verður ofta nýtt í bankavinnuni og til álitisfulltrúar. Ein álitisfulltrúi kann gera avtalur um alt, ið hevur at gera við dagliga virkið hjá fyritøkuni.

Framløgufulltrú

[rætta | rætta wikitekst]

Ein framløgufulltrú er ein skrivlig fulltrú, sum fulltrúin vísir triðjamanni í sambandi við nýtslu av fulltrúini. Serliga eyðkennið hjá fulltrúini eru skrivaðu boðini. Ein framløgufulltrú er ofta avmarkað til eina einstaka avtalu, t.d. at heinta ein pakka á posthúsinum ella at taka pengar út í bankanum.

Vil ein fulltrúveitari, at fulltrúin skal afturkallast, skal hann taka fulltrúina aftur á sama hátt, sum fulltrúin bleiv givin, t.v.s. taka framløgufulltrúina frá fulltrúanum.

Aðrir millummenn

[rætta | rætta wikitekst]

Bæði fyritøkur og brúkarar kunnu nýta aðrar millummenn enn vanligar fulltrúar at gera avtalur fyri seg. Slíkir millummenn kunnu vera t.d. kommissiónsumboð og agentumboð.

Munurin á kommissiónsumboði og agentumboði er, at kommissiónsumboðið selur í egnum navni og er avtalupartur, og agentumboðið selur í navninum hjá seljaranum og er tí ikki avtalupartur fyri triðjamanni.

Eitt kommissiónsumboð er ein, ið ger avtalur um keyp og sølu í egnum navni, men vegna ein seljara og fyri hansara rokning. Ein bilasøla kann t.d. taka á seg ábyrgdina at selja ein brúktan bil fyri ein seljara, ella ein banki kann keypa og selja partabrøv ella onnur virðisbrøv fyri ein kunda. Seljarin (t.d. bileigarin ella bankakundin) kennir ikki keyparan, og keyparin kennir ikki seljaran, men bara kommissiónsumboðið (t.d. bilasøluna og bankan).

Eitt kommissiónsumboð skal altíð taka sær av áhugamálunum hjá seljaranum og skal kunna seljaran um møgulig viðurskifti, sum hava týdning fyri søluna og um endaligar avtalur. Kommissiónsumboðið skal eisini lata seljaranum roknskap fyri møguliga sølu.

Tær vørur, ið kommissiónsumboðið fær frá seljaranum, skulu haldast skildar frá øðrum vørum, sum kommissiónsumboðsmaðurin hevur, og skulu varðveitast á ein tryggan hátt. Ognarrætturin til vørurnar er hjá seljaranum, t.v.s., at møguligir kravánarar hjá kommissiónsumboðnum ikki kunnu leggja hald á hesar vørur.

Misrøkir kommissiónsumboðið skyldur sínar mótvegis seljaranum, og gevur misrøktin seljaranum tap, kann seljarin krevja endurgjald frá kommissiónsumboðnum.

Kommissiónsumboðið hevur rætt til ómaksløn fyri avtalur, sum viðkomandi ger vegna seljaran. Ómakslønin er vanliga ein upphædd fyri hvørja avtalu ella ein prosentpartur av søluni, sum kommissiónsumboðsmaðurin hevur gjørt avtalu um.

Eitt agentumboð er ein sjálvstøðugur vinnurekandi, sum hevur gjørt avtalu við ein seljara um at samskipa samband við møguligar keyparar ella gera avtalur vegna fyritøkuna. Agentumboðið fær samsýning fyri at fáa avtalur í lag fyri seljaran og keyparan. Ætlar ein føroysk fyritøka t.d. at selja fiskavørur í Spania, kann seljarin venda sær til eitt spanskt agentumboð og gera eina avtalu um umboðssølu.

Eitt agentumboð fær einans avtalur í lag millum seljara og keypara, t.e., at agentumboðið stendur fyri samskiftinum millum seljaran og keyparan, har seljarin eftirfylgjandi sjálvur ger avtalu við keyparan. Meginreglan er, at agentumboðið ikki kann gera avtalur vegna seljaran uttan serliga avtalu. Ger eitt agentumboð eina avtalu við ein keypara uttan serliga heimild, er seljarin einans bundin av avtaluni, um seljarin ikki attalar avtaluna, tá seljarin fær kunnleika um avtaluna, ella um fyritøkan er í óndari trúgv.

Eitt agentumboð skal vísa seljaranum trúfesti og skal fylgja leiðbeiningum frá seljaranum, t.d. um hvussu nógvar kundar agentumboðið skal hava í einum ávísum øki, ella um agentumboðið kann umboða aðrar seljarar, samstundis sum hann umboðar fyritøkuna. Agentumboðið kann eisini fáa einarætt at umboða eina fyritøku. Hetta verður nevnt einkarumboð.

Agentumboðið skal sum skjótast kunna seljaran, um tilboð verða góðtikin.

Heldur agentumboðið ikki sínar skyldur mótvegis seljaranum, og hevur seljarin tap av hesum, kann seljarin krevja endurgjald frá agentumboðnum.

Eitt agentumboð fær ómaksløn fyri tær avtalur, ið eru úrslit av hansara kundasamskifti vegna seljaran. Ómakslønin er vanliga ein prosentpartur av tí sølu, sum agentumboðið fær í lag.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]