Bjarni Djurholm
Bjarni Djurholm | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. mar 1957 í/á Kollafjørður |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | lærari, politikari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti |
Bjarni Djurholm (føddur 19. mars 1957 í Kollafjørður) er fólkaskúlalærari og politikari fyri Fólkaflokkin.
Bjarni Djurholm fekk prógv frá Føroya Læraraskúla í 1982, og hevur hann anars tikið ymsar frálærueftirútbúgvigar og stakgreinalestur. Hann starvaðist á Skúlanum á Trøðni 1982-1984, á Tekniska skúla í Havn 1984-1996, sum tímalærari á Føroya Handilsskúla 1993-1995, og sum varaskúlastjóri á Eysturskúlanum síðani 1996. Hann hevur saman við øðrum útgivið eina frálærubók í ailsfrøði nevnd RAV 7.
Hann var javna varamaður á Løgtingi í 1987-1991 og 1991-1993 fastur varamaður, og var hann tinglimur frá 1994, burtursæð frá skeiðnum sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður við ábyrgd fyri vinnumálum ( tó ikki umhvørvis- og oljumál, ið Eyðun Elttør varðaði av) tann 28. august 2000, og sat hann við hesum málsøki til 3. februar 2004. Hann var síðani landsstýrismaður í vinnumálum til 4. februar 2008. Sat á Løgtingi til valið í september 2015, tá hann ikki stillaði uppaftur.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 271. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)