[go: up one dir, main page]

Jump to content

Baffinsland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Baffinsland

Baffinsland (enskt: Baffin Island, inuktitut: ᕿᑭᖅᑖᓗᒃ Qikiqtaaluk, úttalað: [qikiqtaːluk], fornnorrønt: Helluland[1]) er størsta oyggj í Kanada og fimtstørsta oyggj í heiminum. Oyggin er umleið 1600 km til longdar og millum 200 og 700 km breið. Víddin er 507.451 km². Baffinsland er ein partur av kanadiska meginøkinum Nunavut. Í 2016 búðu í Baffinslandi 14.875 fólk.[2]

Høvuðsstaðurin í oynni eitur Iqaluit (Frobisher Bay til 1987). Hann liggur sunnarumegin í Baffinslandi, og er samstundis størsta búseting og einasti býur. Í 2011 hevði býurin uml. 6.700 íbúgvar.

Næststørsta búseting á oynni, Pond Inlet (Inuktitut: Mittimatalik), er fyri norðan. Her búðu uml. 1.500 fólk í 2011. Triðstørsti býur er Pangnirtung við 1.425 íbúgvum.

Baffinsland hevur strond við Baffinsflógva í landnyrðingi, við Dávisfjørð fyri eystan, við Labradorhav í landsynningi, við Hudsonsund fyri sunnan, við Foxeflógva í útsynningi, við Boothiaflógva fyri vestan og við Lancastersund fyri norðan.

Ávísing úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
  1. The Medieval Norse on Baffin Island, counter-currents.com
  2. Baffin Island Inuit, thecanadianencyclopedia.ca