Arara
Skjøldur | Kort |
---|---|
Grunddáta | |
Land: | Brasil |
Lutstatur: | Paraíba |
Vídd: | 88,858 km² |
Íbúgvar (2008): | 12 698 |
fyri km²: | 142,9/km² |
Heimasíða: | Arara.pb.gov.br Archived 2019-07-13 at the Wayback Machine |
Kort av býnum | |
Arara er ein býur í Brasil, sum liggur í landslutinum Paraíba, 467 metrar yvir havið, í landnyrðingspartinum av landinum. Býurin hevur eitt fólkatal á umleið 12.500.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Tey fyrstu fólkini ið bygdu Arara var Kariri fólkið, sum er eitt av upprunafólkunum í Eysturbrasil. Har vuksu nógv Schinopsis brasiliensis trøð, hvørs viður var svartur. Økið var kent sum "Baraúnas das Araras" orsakað av tí stóru mongdini av arara pappageykum (arara á portugisiskum, macaw á enskum), sum hildu til har tll umleið 1860, tá presturin José Antônio Maria Ibiapina kom til økið frá Ceará. Hann hevði stóra ávirkan á Arara økið, hann setti eitt nú á stovn Santa Fé sanitarium tætt við har ið Arara býurin er í dag á jørð, sum Major Antônio José da Cunha hevði latið honum. Antônio José da Cunha majorur bygdi eisini tað fyrsta húsið har ið Arara býurin kom at vera, og var við til at menna býin til hann doyði sum 94 ára gamal í 1881. í 1876 hevði bygdin umleið 80 hús og 500 íbúgvar. Í 1937 og 38, tá Brasil bleiv býtt sundur av nýggjum, koma Arara at hoyra til Serraria kommunu. 1. desember 1961 gjørdist Arara sjálvstøðug kommuna, tað vóru fleiri fólk ið høvdu arbeitt framm ímóti hesum, eitt nú: Dr. Marinésio Moreno, Dr. Mário Moreno og Marísio da Cunha Moreno.
Fólkafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Sambært tí Brasilsku Hagtals og Jarðfrøðisstovuni (Brazilian Institute of Geography and Statistics, stytt IBGE) búðu 12.698 fólk í kommununi í 2008. Fólkatættleikin var 142,9 fólk/km². Í 2000 kunngjørdi IBGE hesi hagtøl um fólkasløgini í Arara býtt upp eftir húðaliti/uppruna: 7.109 Pardo (Brún) brasilsk fólk (61,66%), 4.033 hvít brasilsk fólk (34.98%), 350 afro-brasilsk (svørt) fólk (3,03%). Pardo var eitt heiti sum var nógv brúkt í 16. til 18. øld um fólk sum vóru av blandaðum uppruna, ofta blandaði av afro-brasilum, upprunabrasilum og hvítum sum vóru ættaði úr Evropa. IBGE brúkar hetta heiti um fólk av fleiri etniskum upprunum. Í fólkateljingum hevur Pardo ofta verið ein svarmøguleiki, tá fólk eru spurd um sín húðalit, men ikki altíð. Í 1940 var spurt, um fólk hildu seg vera hvít, svørt ella gul. Um tey ikki mettu seg at hoyra til nakran av hesum bólkum, so var ein strika sett ígjøgum hesar "lit-kassar", sum so kom at týða, at tey vóru Pardo (av blandaðum uppruna, ella brún). Í 1950 fólkateljingini var orðið Pardo ein valmøguleiki, tá fólk skuldu meta um sín uppruna/húðalit. Tað hevur víst seg, at við tíðini eru tað fleiri og fleiri sum siga seg hoyra til henda bólk, svørt vilja heldur kalla seg Pardo, og summi hvít fólk vilja eisini heldur siga seg hoyra til bólkin Pardo. Í 1940 vóru tað 21,2% ið vóru bólkaði sum hoyrandi til pardo-bólkin og í 2000 var hesin bólkur vaksin til 38,5%.
Slóðir úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenn heimasíða Archived 2019-07-13 at the Wayback Machine