[go: up one dir, main page]

Jump to content

University of the Arctic

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Versjón frá 9. okt 2023 kl. 12:29 av InternetArchiveBot (kjak | íkøst) (Rescuing 1 sources and tagging 0 as dead.) #IABot (v2.0.9.5)
Iḷisaġvik College í Barrow, Norðuralaska.

University of the Arctic (stytt UArctic) varð formliga stovnað í juni 2001. UArctic er eitt samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í Arktis, har Fróðskaparsetrið er limur [1]. Ein táttur í hesum samstarvi, sum hevur áhuga í granskingarumhvørvinum í Føroyum, er “North2North” verkætlanin, ið er ein skiftisskipan fyri lesandi millum stovnar, sum eru limir hjá UArctic. Verkætlanin gevur lesandi møguleika at vera á einum øðrum stovni frá trimum til tólv mánaðir [2]. Kunnað verður regluliga um UArctic á SAO-fundum, hóast UArctic ikki er ein partur av Arktiska Ráðnum.

Keldur

  1. "Archive copy". http://www.uarctic.org/memberslist.aspx?m=589. Heintað 2014-04-10. 
  2. "Archive copy". http://www.uarctic.org/singleArticle.aspx?m=263&amid=978. Heintað 2014-04-10. 

Slóðir úteftir