[go: up one dir, main page]

Jump to content

Piktar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Pictish stone strathpeffer eagle

Piktar vóru fornu innbúgvarnir í Skotlandi. Teir livdu í Skotlandi og oyggjunum fyri norðan. Í 4. øld eru teir nevndir í rómverskum skriftum. Landið, sum teir búðu í, var nevnt Piktland ella Piktaland.

Nógvar fornar leivdir eru eftir piktar, sum geva nakað av innliti í samfelag teirra. Men lítið av skrift hevur yvirlivað. Vísindin veit ikki eingang hvussu piktar nevndu seg sjálvar.

Navnið piktar kemur av latínska picti, sum er navn ið rómverjar góvu fornu innbúgvunum í Skotlandi, tí at teir vóru litprikaðir (tattoveraðir) um stóran part av kroppum sínum.

Í samtíð pikta vóru bretar í Onglandi og keltar í Írlandi. Møguliga vóru piktar skyldir at hesum báðum tjóðarbólkum, í ætt ella gjøgnum mentan. Men eingin veit hetta við vissu.

Summi skotsk staðarnøvd skulu eitast at vera av piktiskum uppruna. Nøvn, ið byrja við "Aber-", "Lhan-", "Pit-" or "Fin-" bera boð um, at økini hava verið bygd av piktum í fortíðini. Til dømis Aberdeen, Lhanbryde, Pitmedden, Pittodrie, Findochty og onnur.

Sjálvt um nógv vitan um piktisk samfeløg ikki er varveidd, so er eitt yvirlit yvir piktakongar varveitt, sum gevur eitt sindur av vitan um piktar.

Sí eisini

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið