[go: up one dir, main page]

Whitney Elizabeth Houston (f. 9. august 1963 í Newark, New Jersey - d. 11. februar 2012 í Kalifornia ) var songkvinna og sjónleikari í USA. Hon var ein av teimum songkvinnum, ið hevur selt flest fløgur í heiminum, fleiri enn 220 milliónir eintøk. Eisini var hon ein tann kvinnan, ið hevur vunnið flestar heiðurslønir nakrantíð. Houston hevur fingið 30 Billboard-heiðursbrøv, 22 American Music Awards og tvær Emmy Awards. Innan filmsheimin gjørdist Whitney Houston eisini serliga kend í 1992 við filminum "The Bodyguard", har hon spældi saman við Kevin Costner. Leygardagin 11. februar í 2011 doyði kvinnan við tí stóru røddini; kenda songkvinnan, sjónleikarakvinnan, framleiðslustjórin og modellin, Whitney Houston í einum hotelrúmi í Beverly Hilton Hotel í Los Angeles, Kalifornia. Enn er ikki víst, hví hon doyði. Tað verður tó hildið, at tað sum gjørdi av við hana, var rúsdrekka ella rúsevni, sum Whitney leingi hevði havt trupulleikar við. Whitney var einans 48 ára gomul.

Whitney Houston
er eitt menniskja
Fødd(ur) 9. aug 1963 í/á Newark
Andaðist 11. feb 2012 í/á The Beverly Hilton
Deyðsorsøk drug overdose
Alma mater Mount Saint Dominic Academy
Starv sangari, sjónleikari, filmframleiðari, filmsleikari, record producer, recording artist, sjónvarpsleikari
Trúgv Baptists
Børn Bobbi Kristina Brown
Foreldur móðir Cissy Houston faðir John Houston Jr.
Mál Enskt mál
Undirskrift
Heimasíða https://www.whitneyhouston.com/
Dátuheiti
ISNI 000000011478617X
VIAF 100252201
LCAuth n87938447
IMDB nm0001365
Commons Whitney Houston

Hon varð fødd í Newark í New Jersey, inn í eina miðal inntøku familju, sum longu hevði tvey børn áðrenn hana. Pápi hennara var hermaður og mamma hennara var gospel-sangarinna, nakað sum kom at hava stóran týdning fyri Whitney. Hon hevði nevniliga arvað ta stóru, vøkru røddina frá mammu síni, og sum 11 ára gomul byrjaði hon sum solistur at syngja við gospel-kórinum í New Hope Baptist Kirkjuni í Newark. Hon fór ofta við mammu síni, tá ið hon framførdi í náttklubbum, og onkuntíð fór hon eisini sjálv upp á pallin at syngja við mammuni. Tað var her at fleiri fløguframleiðarir fingu áhuga fyri henni, men mamman vildi ikki lata hana geva nakra fløgu út, fyrr enn hon var liðug í studentaskúlanum. Tá ið hon var liðug í skúlanum, skrivaði hon sáttmála við fløgufelagið Artista. "Ein av teimum mest spennandi røddunum í áravís", skrivaði viðurkenda blaðið The Rolling Stone aftaná at hava hoyrt hennara debutalbum, sum varð útgivið í 1985. Fyrsta pláta hennara seldi 25 miliónir eintøk.

Tónleikaútgávur

rætta

Studieplátur/fløgur

rætta

Filmstónleikur/ljóðspor

rætta
  • 1992: The Bodyguard
  • 1995: Waiting to Exhale
  • 1996: The Preacher's Wife

Uppsamlingsfløgur

rætta
  • 2000: Whitney: The Greatest Hits
  • 2001: Love, Whitney
  • 2004: Artist Collection: Whitney Houston
  • 2007: The Ultimate Collection

Video/DVD

rætta
  • 1991: Welcome Home Heroes with Whitney Houston
  • 1997: Classic Whitney Concert
  • 1999: VH1 Divas Live '99
  • 2000: The Greatest Hits
  • 2000: Fine
  • 2002: Whatchulookinat Video/Whatchulookinat Behind-the-Scenes Footage/Love to Infinity Megamix Video
  • 2004: Artist Collection: Whitney Houston

Filmar

rætta

Sum sjónleikarakvinna bleiv Whitney eisini kend víða um við fyrsta filmi hennara, The Bodyguard, har hon spælir ein songkvinna, sum hevur fingið sær ein lívverja til at verja seg ímóti einum ørum fjeppara. USA Today metti filmin at vera ímillum 25 tær mest minniríku filmsløturnar í 25 ár.

Filmur
Ár Heitið Leiklutur Viðmerkingar og heiðurslønir
1992 The Bodyguard Rachel Marron
(Høvuðsleiklut)
Nominerað – 1993 MTV Movie Award for Best Female Performance[1]
Nominerað – 1993 MTV Movie Award for Best Breakthrough Performance[2]
Nominerað – 1993 MTV Movie Award for Best On-Screen Duo with co-star Kevin Costner[3]
Nominerað – 1992 Golden Raspberry Award for Worst Actress[4]
1995 Waiting to Exhale Savannah Jackson
(Høvuðsleiklut)
Nominerað – 1996 NAACP Image Award for Outstanding Actress in a Motion Picture[5]
1996 The Preacher's Wife Julia Biggs
(Høvuðsleiklut)
Vann – 1997 NAACP Image Award for Outstanding Actress in a Motion Picture[6]
Nominated – 1997 Blockbuster Entertainment Award for Favorite Female Actress(Comedy/Romance)[7]
Nominated – 1997 Kids' Choice Award for Favorite Movie Actress[8]
2012 Sparkle Emma
(Høvuðsleiklut)
Upptikið í 2011; verður útgivið eftir deyða hennara
Sjónvarp
Ár Heitið Netverk Leiklutur Viðmerkignar
1984 Gimme a Break! NBC Rita "Katie's College" (Season 3, Episode 20)[9]
1985 Silver Spoons NBC Spældi seg sjálva
1997 Rodgers & Hammerstein's Cinderella ABC Fairy Godmother Made for television, and was part of a revival of the Wonderful World of Disney, on Disney-owned ABC, and aired on November 2, 1997.[10]
2002 Boston Public Fox Spældi seg sjálva Hon sang sín víðagitna og vælumtóktað hittið "Try It On My Own" frá 2002 studio fløvuni, Just Whitney.

Keldur

rætta
  1. "MTV Movie Awards: Best Female Performance". swaptree.com. July 13, 1993. http://www.swaptree.com/DVDs/awards/mtv-movie-awards-best-female-performance/5/43/. Heintað January 11, 2010. 
  2. "MTV Movie Awards: Best Breakthrough Performance". swaptree.com. July 13, 1993. http://www.swaptree.com/DVDs/awards/mtv-movie-awards-breakthrough-perf-female/5/53/. Heintað January 11, 2010. 
  3. "MTV Movie Awards: Best On-Screen Duo". swaptree.com. July 13, 1993. http://www.swaptree.com/DVDs/awards/mtv-movie-awards-best-screen-team/5/49/. Heintað January 11, 2010. 
  4. 1992 RAZZIE Nominees & "Winners" Razzie Awards'.' Retrieved February 21, 2010.
  5. "Whitney Houston: Blurbs". tv.com. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann December 3, 2010. https://web.archive.org/web/20101203021949/http://www.tv.com/whitney-houston/person/23304/trivia.html. Heintað January 11, 2010. 
  6. EBONY's 50th Anniversary Show, Denzel Washington Among NAACP Image Award Winners (p60). Jet. March 3, 1997. Retrieved January 8, 2010. 
  7. Fitzpatrick, Eileen (February 1, 1997). 1996 Blockbuster Entertainment Awards Nominees Announced. Billboard. Retrieved June 15, 2010. 
  8. "1997 Kids' Choice Awards". imdb.com. http://www.imdb.com/Sections/Awards/Kids_Choice_Awards_USA/1997. Heintað January 13, 2010. 
  9. "Whitney Houston Film Appearances". filmreference.com. http://www.filmreference.com/film/14/Whitney-Houston.html. Heintað September 26, 2009. 
  10. Stewart, Bhob. "Rodgers & Hammerstein's Cinderella Description". Allmovie. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann July 18, 2012. https://archive.today/20120718230640/http://www.allmovie.com/dvd/rodgers-hammersteins-cinderella-34500. Heintað January 11, 2010. 

Slóðir úteftir

rætta