Sao Tomi og Prinsipi
| |||
Tjóðarslagorð: Onki | |||
Tjóðsangur: <<Independência total>> | |||
Alment mál | Portugisiskt | ||
Høvuðsstaður | Sao Tome | ||
Forseti | Carlos Vila Nova | ||
ForsætisráðHarri | Jorge Bom Jesus | ||
Fullveldi | 12. juli 1975 (frá Portugal) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
1 001 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
167 000 167/km² | ||
Gjaldoyra | Dopra (STD) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .st | ||
Telefonkota | +239
| ||
Gosoyggjarnar Sao Tomi og Prinsipi (portugisiskt: República Democrática de São Tomé e Príncipe) ella Fólkaræðiliga Lýðveldið Sao Tomi og Prinsipi, eru úti fyri strondini á Ekvatorguinea og Gabon. Størsi býurin og høvuðsstaður er Sao Tome. Landið hevur umleið 167 000 íbúgvar. Høvuðsmálið er portugisiskt.
Søga
rættaOyggjarnar vóru óbygdar, tá ið portugisar komu higar á fyrsta sinni í 15. øld. Eftir tað var mesta fólkið í oyggjunum trælir, fluttir higar av afrikanska meginlandinum. Oyggjarnar vóru undir Portugal til 1975.
Búskapur
rættaMeginparturin av fólkinum livir av landbúnaði og fiskiskapi. Kakao er enn týdningarmesta útflutningsvøran.
Fólkið
rættaFjølmentasta fólkaslagið eru kreólar, ið eru blandað fólk av portugisiskari og afrikanskari ætt. Tey tala egið mál og hava sínu egnu byggilist.
Landafrøði
rættaFjøllini eru avtakin við regnskógi, og niðri á slættlendinum eru bóndagarðar og stórar kakao- og sukurlundir. Gosøskan ger, at jørðin í oyggjunum er ógvuliga fruktagóð.