Norn
Tungumálið norn var ein grein av fornnorrønum. Tað varð tosað av norðbúgvum í Hetlandi, Orknoyum, Norðurskotlandi og norðast í Suðuroyum (við síðuna av gæliskum) meðan hesi øki vóru undir norskum yvirvaldi, annars var upprunamálið í økinum piktiskt. Eftir at hesi øki høvdu verið undir norskum valdi í meir enn 500 ár, vórðu tey aftur løgd undir skotska kongsríkið í 15. øld; norn bleiv tá mótvirkað av stjórn og kirkju, og skotskt mál kom í staðin eina tíð og síðani enskt.
Norn Norn, Yealtmol, Dansk | ||
---|---|---|
Tosað í: | Hetlandi Orkonyum Katanesi og Suðuroyum. | |
Tosandi íalt: | 0 (útdeytt í 18. øld) | |
Málætt: | Indo-evropeiskt | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | none | |
ISO 639-2: | — | |
ISO 639-3: | nrn
. |
Ikki er greitt júst nær norn doyði út. Tað kann hava verið tosað í pørtum av londunum báðum til 18. øld. Smáir partar av málinum og tøkuorð yvirlivdu og komu inn í lokalt skotskt enskt eftir at høvuðsmálið sjálvt doyði.
Ymisk bygdamál vórðu eisini tosað á meginlandinum í Skotlandi. T.d. á Katanesi (Caithness á enskum), men doyðu út mangar øldir áðrenn í Orknoyum og Hetlandi. Tískil tosa summir frøðingar um katanesnorn, meðan aðrir ikki gera tað. Man veit minni um katanesnorn enn um norn í Orknoyum og Hetlandi.
Fragment
rættaLutfalsliga lítið av skrivaðum norni hevur yvirlivað. Tað, sum er til, umfatar bønina Faðir vár.
Matteus 6:9-13 ella Faðir vár á ymsum tungumálum.
Orknoyanorn (Avskriving eftir Wallace; 1700)
|
Hetlandsnorn (Avskriving eftir Low; 1774)
|
Norrønt (mál):
|
Føroyskt:
|
Íslendskt (Þorvaldur Bjarnarson, 1878)
|
Norskt
|
Ein hetlendsk "guddick" (gáta) á norn, sum Jakob Jakobsen, skrivaði niður á norðastu oynni í Hetlandi, Unst.
Hetlands norn (Jakob Jakobsen)
|
Føroyskt
|
Svarið er ein kúgv. Fýra júgur hanga, fýra bein ganga, tvey horn og tvey oyru standa uppí ský, tvey eygu vísa veg á bø og ein hali darlar aftast.
Foula 1774
rættaTá G. Low vitjaði á Foula í 1774, skrivaði hann Hildinakvæðið, Faðir vár bønina og ein orðalista við norn orðum niður.
Keldur
rættaBøkur
rætta- Barnes, Michael P. "Orkney and Shetland Norn". In Language in the British Isles, ed. Peter Trudgill, 352-66. Cambridge: Cambridge University Press, 1984.
- Michael P. Barnes: The Norn Language of Orkney & Shetland. Lerwick: Shetland Times 1998. ISBN 1-898852-29-4 (72 s.)
- Jakobsen, Jakob. An Etymological Dictionary of the Norn Language in Shetland. 2 vols. London/Copenhagen: David Nutt/Vilhelm Prior, 1928-32 (reprinted 1985).
- Low, George. A Tour through the Islands of Orkney and Schetland. Kirkwall: William Peace, 1879.
- Marwick, Hugh. The Orkney Norn. London: Oxford University Press, 1929.
- Rendboe, Laurits. "The Lord's Prayer in Orkney and Shetland Norn 1-2". North-Western European Language Evolution 14 (1989): 77-112 and 15 (1990): 49-111.
- Wallace, James. An Account of the Islands of Orkney. London: Jacob Tonson, 1700.