[go: up one dir, main page]

Kommunisma (eisini nevnd samognarstevna) er ein er politisk hugsjón, ið byggir á hugsjónina um, at ognarrætturin yvir framleiðslutólunum og vinningi skal vera á almennum hondum, og at privati ognarrætturin skal vera forboðin.

Orðið "kommunisma" hevur sín uppruna í bókini Projet de communauté philosophe eftir franska heimsspekingin Victor d'Hupay frá 1777. Heiti kemur av franska orðinum commune, ið merkir kommuna.

Kendasta nútímans útleggingin av politisku hugsjónini hevur sín uppruna í smáritinum Manifest der Kommunistischen Partei (kommunistiska stevnuskráin), eftir týsku heimsspekingunum Karl Marx og Friedrich Engels frá 1848. Hugsjónin hjá Karl Marx kallast marxisma ella klassisk kommunisma.

Flestu útleggingarnar av kommunistisku samfelagshugsjónini skoða semfelagið sum eitt stríð millum tvær høvuðsstættir: borgarastættin (bourgeoisie), og verkamannastættin (proletariati). Borgarastættin eigur vinnutólini og rávørurnar, og ræður sostætt yvir kapitalinum í samfelagnum. Við hesum kapitali kann borgarastættin keypa arbeiðsmegi frá verkamannastættini, ið virðisøkir rávøruna, sum síðani kann seljast víðari við vinningi. Klassiska kommunisman heldur uppá, at hendan virðisøking (vinningurin) ikki kemur verkamannastættini til góðar, eftirsum hon einans móttekur eina fasta samsýning (løn) fyri arbeiði sítt. Kommunistiska loysnin uppá trupulleikan er, at felagsskapurin skal ognartaka vinnutólini, soleiðis at allir landsins borgarar kunnu fáa lut í virðisøkingini. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at avtaka privata ognarrættin, og at stovna ein sterkan felagsskap, ið gjøgnum sín fullkomna ognarrætt tryggjar javnrætt í samfelagnum.

Aðrar stættir innan klassisku kommunismuna er smáborgarastættin (petite bourgeoisie), ið eigur vinnutól, men ikki keypur arbeiðsmegi frá verkamannastættini, og fátækrafólkið (lumpenproletariat).

Kommunisma í heiminum í dag

rætta

Meginparturin av heiminum í dag, nýtur marknaðarbúskap ella blandaðan búskap. Undir hesi skipan hava bæði tað privata og tað almenna ein virknan leiklut í búskapinum; Privatar fyritøkur skapa kapital í samfelagnum við framleiðslu og sølu av vørum og tænastum, og rinda skatt og avgjøld av vinningi sínum. Tað almenna nýtur síðani hesar inntøkur til at seta á stovn almannagagnligt virksemi (t.d skúlar og sjúkrahús), ella til at keypa vørur og tænastur frá tí privata. Soleiðis er eisini í londum sum Kina, hvørs stjórnarskipan formliga lýsur landi at vera kommunistiskt.

Aðrir statir, hvørs stjórnarskipanir formliga hava lýst londini at vera kommunistisk, eru til dømis Kuba, Norðurkorea og Sovjetsamveldið.

Síð eisini

rætta