[go: up one dir, main page]

Staturin Colorado (enskt: State of Colorado), á føroyskum ofta nevndur Kolorado, er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 5,2 mió. íbúgvum. Denver er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í 1876 bleiv Colorado lutstatur í USA. Í norðri hevur Colorado mark við Wyoming og Nebraska, í eystri við Nebraska og Kansas, í suðri við Oklahoma og New Mexico, og í vestri við Utah.

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Denver
Størsti býur: Denver
Innlimað: 1. august 1876
Guvernørur: John Hickenlooper (D)
Vídd: 269,837 km²
Íbúgvar (2013): 5,268,367
fyri km²: 19.6/km²
Tíðarzona: UTC -7/-6
Heimasíða: www.colorado.gov

Eyknevni er Hundraðárastaturin (enskt: The Centennial State).

Landafrøði

rætta
 
Vestari partur av statinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, sum til samans eita Rocky Mountains. Nær við fjallarøðina Rocky Mountains er eyðkent fjallaveðurlag.
 
Meginparturin av Eystur-Colorado er fruktagóður og stórur slætti, men í vestara parti í statinum eru fjallalendi og høg fjøll.

Í Colorado eru veldiga stór fjøll, og eisini stórir, fruktagóðir slættar. Landbúnaðurin í Colorado er t.d. sera fjølbroyttur. Tað kemur av ymiskum jørðildi, veðurlagi og matarhaldi. Eystur-Colorado og Kansas hava nógvan landbúnað. Har er meira enn 80 % av lendinum veltir akrar og beiti hjá húsdjórum.[1] Har eru tær stóru grasfløturnar. Í Vestur-Colorado verða minni enn 1 % av lendinum nýtt til landbúnað. Stórir partar av Vestur-Colorado eru høgar fjallarøðir. Næstan alt Vestur-Colorado er fjallalendi. Tí er nógvastaðni eyðsýnt fjallaveðurlag. Har broytist veðurlagið nógv í einum lítlum øki. Niðri í dalinum kann vera skógarveðurlag. Men uppi á teimum høgu tindanum kunnu vera jøklar, har tað altíð frystir. Tað kann eisini vera stórur munur á avfallinum í einum fjallalendi. Summastaðni regnar nógv, aðrastaðni so at siga einki. Høgt uppi í fjallarøðini Rocky Mountains kemur rættiliga nógvur kavi niður. Inni í lutstatinum kunnu vera niður í minus tjúgu stig, og kavi er alt árið í teimum høgu fjøllunum. Allur kavin, sum kemur niður í teimum høgu fjøllunum nær ikki at bráðna um summarið. Tí eru fleiri stórir jøklar har. Hesir jøklarnir broytast nógv skjótari enn til dømis jøklarnir í Norður-Europa. Tað, sum avger, hvussu skjótt jøklarnir vaksa ella minka, er, hvussu nógvur kavi kom niður nøkur ár frammanundan, og hvussu nógvur kavi bráðnar. Stundum kann ein skriðjøkul vaksa ella minka meira enn ein metur um dagin.

Indiánarnir

rætta
 
Mesa Verde í Colorado. Her búði anasazi-fólkið í tíðarskeiðinum um leið 2000 f.Kr. til 700 f.Kr.[2]

Fyri 5000 árum síðan, sum er langt fyri ta tíð, tá ið europearar komu til USA, livdu fólk í Colorado, sum bygdu framúr góð hús og høvdu framkomnar vatningarskipanir. Eitt dømi er mentanin hjá anasazi-fólkinum, har húsatoftir framvegis eru at síggja í statunum Colorado, New Mexico og Arizona. Anasazi-mentanin, navnið merkir "tey avgomlu", tók seg upp í Suðurcolorado um 700 [3]. Sum tíðin leið, fóru teir at byggja hús síni hvørt oman á annað, bygt varð við fløtum múrsteinum, sum vórðu turkaðir í sólini. Búðirnir vórðu til bygdir ella smáar býir, nevndir puebloir. Um 1100 flutti anasazi-fólkið niðan í fjøllini, kanska tí at har lá betur fyri at byggja puebloir undir høgum loftum í reystum homrum. Ovast á fjøllunum vóru maismarkirnar, sum teir máttu bera vatn á. Handverkarar gjørdu búnyttur úr leiri og aðrar vakrar prýðislutir av dýrum steini, til dømis turkissteini.

Anasazikonufólkini skapaðu leir við hondunum, tí tá á døgum visti fólkið í Amerika ikki um leirkerahjólið. Tey rullaðu leirlongdir og løgdu tær hvør oman á aðra. Framman fyri hús síni bygdu anasaziar rund halgirúm, nevnd "kivar", við beinkjum fram við veggirnar. Hesi rúmini vóru bara til mannfólk, har teir komu saman at tingast og at biðja til gudar sína. Undirvíst var eisini í hesum rúmum. Kivaveggirnir vóru eisini prýddir við kálkmálningum. Anasazifólkið helt til í teimum fýra grannaríkjunum: Colorado, Arizona, New Mexico og Utah. Stórar búsetningar vóru til dømis í Mesa VerdeMontezuma County, Colorado), Chaco CanyonSan Juan County, New Mexico) og Canyon de ChellyApache County, Arizona) [4].

Politikkur

rætta

Kannabis

rætta

Fyrsta januar í 2014 gjørdist Colorado tann fyrsti deilstaturin í USA sum legaliseraði kannabis til privat brúk [5][6]. Produktini skuldu skattast, og í mars 2014 er roknskapurin fyri ársins fyrsta mánaða almannakunngjørdur: roknskapurin vísur at 59 sølur umsettu fyri 14 milliónir dollarar, eina 80 milliónir krónur [7][8]. Tær nýggju marihuanasølurnar rindaði tilsamans tvær milliónir dollarar í skatti, meðan útsølustøðini fyri medisinskt kannabis skattaðust fyri 1,5 milliónir dollarar. Kannabis til privat brúk hevur fingið egnan skatt á tíggju prosent, sum kemur umframt tann vanliga skattin á 2,9 prosent og lokal avgjøld. Pengarnir eru oyramerktir, og skula brúkast til almannaheilsu og skúlar í deilstatinum. Guvernørurin John Hickenlooper (D) hevur avgjørt at tær fyrstu 40 milliónirnar sum koma inn skula brúkast til at byggja og umvæla skúlar [9]. Barack H. Obama, forseti, hevur stuðlað Hickenlooper [10][11] og sigur m.a. at hann í sínum endurminningum roykti marijuana sum tannáringur [12][13].

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-04-07. https://web.archive.org/web/20160407210955/http://www.wrcc.dri.edu/narratives/COLORADO.htm. Heintað 2015-03-21. 
  2. http://www.livescience.com/27360-mesa-verde.html
  3. http://hewit.unco.edu/DOHIST/puebloan/begin.htm
  4. "Archive copy". http://www.cpluhna.nau.edu/People/anasazi.htm. Heintað 2014-03-12. 
  5. http://www.dagbladet.no/2012/12/11/nyheter/politikk/marihuana/utenriks/usa/24777468/
  6. https://www.vg.no/bildespesial/spesial.php?id=11148
  7. http://www.nrk.no/nyheter/1.11597526
  8. http://www.denverpost.com/news/ci_25314108/colorado-saw-2-million-recreational-marijuana-taxes-january
  9. http://www.dagbladet.no/2014/03/12/nyheter/cannabis/maihuana/32259382/
  10. http://www.vg.no/nyheter/utenriks/artikkel.php?artid=10120509
  11. http://www.nrk.no/verden/obama-stotter-legalisering-1.11481058
  12. http://www.nytimes.com/2006/10/24/world/americas/24iht-dems.3272493.html
  13. http://nbcpolitics.nbcnews.com/_news/2014/01/19/22360951-obama-pot-not-more-dangerous-than-alcohol?lite
Wikimedia Commons logo 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið