[go: up one dir, main page]

Jump to content

Trøllanes

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Trøllanes
Troldenæs (danskt)
Bygd
Trøllanes
Trøllanes
Land  Føroyar
Sýsla Norðoyar
Oyggj Kalsoy
Kommuna Klaksvíkar kommuna
Íbúgvar 15 (2015)[1]
Postnummur FO-797
Markatal 16-00-00

Trøllanes er ein bygd í Kalsoy. Trøllanes er tann norðasta av fýra bygdum á Kalsoynni og liggur væl vard millum Nestindar og Borgarin, sum er tað norðara fjallið av teimum báðum. Trøllanes er næstnorðasta bygd í Føroyum. Tann norðasta bygdin í Føroyum er Viðareiði, sum liggur á Viðoynni.

Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna. Á Trøllanesi kanst tú eisini vitja Mikkjalssmiðju. Mikkjalssmiðja er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini. Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.[2]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Heimsatlas, Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn 1993, 2. upplag 1994.

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]
Henda greinin um Føroyar er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
  1. Hagstova.fo
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2018-05-13. https://web.archive.org/web/20180513180852/http://nordoy.visitfaroeislands.com/fo/nordoyggjar-(1)/kalsoy/. Heintað 2018-12-21.