[go: up one dir, main page]

Jump to content

Kuvait

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Kuveit)
دولة الكويت
Dawlat al-Kuwayt
Lýðveldið Kuvait
Flagg Kuvait
(Flagg Kuvait)
Skjaldarmerki Kuvait
(Skjaldarmerki Kuvait)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Al-Nasheed Al-Watani
Alment mál Arabiskt
Høvuðsstaður Kuwait býur
Emír Mishal Al-Ahmad Al-Jaber Al-Sabah
(مشعل الأحمد الجابر الصباح)
Forsætisráðharri Mohammad Sabah Al-Salem Al-Sabah
(محمد صباح السالم الصباح)
Fullveldi 19. juni 1961
(frá Stóra Bretlandi)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
17 818 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2022
 - tættleiki
 
4 294 621
200,2/km²
Gjaldoyra Kuvaitiskur dinarur (KWD)
Tíðarøki UTC +3
Økisnavn á alnetinum .kw
Telefonkota +965

Lýðveldið Kuvait (arabiskt; دولة الكويت ella Dawlat al-Kuwayt) er eitt lítið land í Miðeystri. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,5 millionar íbúgvar. Í vestri hevur Kuvait mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógvi.

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Kuveit, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Kuvait.[1]

Í 1990 tók Irak Kuvait. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við USA á odda róku irakar norður um aftur markið.

Stórar oljukeldur hava gjørt Kuvait ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Áðrenn olja varð funnin har í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuvait sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.

Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuvait. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglur og sjódýr doyði. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.

Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]

Kuvait er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk.

  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2020-12-05. https://web.archive.org/web/20201205092439/http://malrad.fo/page.php?Id=53&l=fo&s22=Kuvait. Heintað 2018-01-11. 
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið