Gerhard Lognberg
Gerhard Lognberg | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1. nov 1950 í/á Skopun |
Starv | politikari, plumber, Norwegian public servant |
Politiskur flokkur | Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Gerhard Lognberg |
Gerhard Lognberg (føddur 1. november 1950 í Skopun) er ein føroyskur politikari. Hann er borgarstjóri í Skopunar kommunu, hevur verið kommunstýrislimur har síðan 1984, varaborgarstjóri frá 1984-92 og borgarstjóri síðan 1992. Hann varð valdur inn á Føroya Løgting umboðandi Javnaðarflokkin fyri fyrstu ferð á løgtingsvalinum 2002. Hann varð afturvaldur á løgtingsvalunum í 2004, 2008 og 2011.
Gerhard er útbúgvin rørsmiður. Hann arbeiddi sum sjómaður árini 1964–1967, síðan sum handverkari í ávísum tíðarskeiðum til 1998. Hann hevur verið leiðari av sjúkrabilatænastuni á Sandoynni síðan 1993.
Koyrdur úr Javnaðarflokkinum
[rætta | rætta wikitekst]Hin 2. november 2013 varð limaskapurin hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum tikin frá honum. Hetta hendi á floksleiðslufundi, har eittans mál var á skránni, limaskapurin hjá Gerhardi Lognberg. Áðrenn fundin var áheitan komin frá 7 av 9 limafeløgum Javnaðarfloksins um at taka limaskapin í Javnaðarflokkinum frá Gerhardi. Á fundinum vóru tað 27 ið atkvøddu fyri, 3 atkvøddu ímóti og ein atkvøða var blonk.[1] Gerhard Lognberg er sostatt ikki limur í Javnaðarflokkinum longur, men gerst leysgangari í Løgtinginum, um hann ikki gerst limur í onkrum øðrum flokki.
Limur í Sambandsflokkinum
[rætta | rætta wikitekst]Eftir at hava verið uttanflokkatingmaður í gott tríggjar mánaðar, gjørdist Gerhard limur í Sambandsflokkinum og partur av tingmanningini hjá flokkinum.[2] Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingmenn og gjørdist eins stórur hvat viðvíkur tingmannatali, sum Fólkaflokkurin, ið eisini telur 9 tingfólk. Hetta hendi fáir dagar eftir, at ein breið semja fekst í lag millum allir flokkar á Tingi og Gerhard, sum tá var uttanflokka, um at landið skuldi gera bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, soleiðis at byrjast skuldi í 2018 við Skálafjarðartunnilin og tá tað hann er boraður í gjøgnum, skal Sandoyartunnilin gerast, og eftir ætlan skal tað vera koyrandi undir Skopunarfjørð í 2021. Ein av orsøkunum til at Gerhard var koyrdur úr Javnaðarflokkinum var júst ósemja um Sandoyartunnilin, umframt ósemju um onnur mál eisini.
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 2011- Limur í Rættarnevndini
- 2008-11 - Næstformaður í Rættarnevndini
- 2004-08 - Limur í Vinnunevndini
- 2002-04 - Limur í Vinnunevndini
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "In.fo, Gerhard er nú koyrdur úr Javnaðarflokkinum". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-23. https://web.archive.org/web/20150923101558/http://www.in.fo/news-detail/news/gerhard-er-nu-koyrdur-ur-javnadarflokkinum/. Heintað 2013-11-02.
- ↑ Kvf.fo, Gerhard Lognberg er tingmaður fyri Sambandsflokkin