[go: up one dir, main page]

Jump to content

Óndskapurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Óndskapurin (upprunaheiti: Ondskan) er svenskur filmur frá september 2003. Filmurin byggir á bókina hjá Jan Guillou, sum eisini var upprunin til leikin "Óndskapurin", sum varð spældur á Gamla Meiarínum í 1999. Svenski filmurin fekk virðisløn í Svøríki og varð eisini innstillaður til ein Oscar. Leikrit: Hans Gunnarsson og Mikael Håfström eftir skaldsøgu hjá Jan Guillou. Leikstjórn: Mikael Håfström.

Søgugongd

[rætta | rætta wikitekst]

Svøríki í fimtiárunum. 16 ára gamli Erik Ponti verður illa viðfarin bæði heima og í skúlanum. Tá hann verður vístur úr skúlanum orsakað av bardaga, verður hann sendur á kostskúla. Nú heldur hann, at hann kann byrja av nýggjum, men so verður ikki. Á kostskúlanum er harðskapurin meira umfatandi, og hann er skipaður undir heitinum "kammeratuppaling".

Slóðir úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Óndskapurin á IMD